Smærru útróðrarbátarnir skulu framvegis vera partur av fiskidagaskipanini undir Føroyum.
Tað ger Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, greitt í svari til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann.
Landsstýrismaðurin sigur, at útróður í øldir hevur havt stóran týdning í føroyska samfelagnum. Hann viðgongur eisini, at smáu bátarnir eru meira bundnir at veðri, streymi og øðrum natúrligum umstøðum enn størri fiskifør.
Men hann vísir samstundis á, at bólkur 5 hevur stóran týdning fyri samlaðu toskaveiðuna, tá fiskiskapurin er góður.
Tóku ein triðing av toskinum í 2025
Í 2025 avreiddi bólkur 5 góð 3.600 tons av toski. Tað svarar til ein triðing av samlaðu avreiðingunum av toski úr føroyskum sjógvi, tá veiða á Føroyabanka ikki er roknað við.
Í 2019 var parturin enn størri. Tá avreiddi bólkur 5 umleið 7.300 tons av toski. Tað svaraði til 36 prosent av samlaðu toskaavreiðingunum.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at bólkur 5 sambært veiðiskrásetingunum avreiðir meira av smærri fiski enn størri fiskifør í hinum bólkunum.
Eingin kanning er gjørd
Svarið vísir tó eisini, at ongar kanningar eru gjørdar av, hvørja ávirkan tað hevði havt á stovnar og heildarveiðu, um bólkur 5 varð tikin úr fiskidagaskipanini.
Ein eftirmeting av skipanini er nú í gongd. Málið er at tryggja fiskidagar til tey, sum liva av útróðri, og samstundis verja smáfiskin.
Nú fiskiskapurin er góður, ætlar landsstýrismaðurin at lata bólki 5 fleiri fiskidagar í ár.