Ongi úrslit

Fiskimenn fáa nú hægri útgjald úr ALS

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Fiskimenn fara nú at fáa hægri útgjald úr Als tá ið skipini, teir eru við, verða løgd í sambandi við umvælingar.

Tað er endamálið við eini kunngerð, Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum,  fer at seta í verk í næstum

Sum reglurnar eru nú, kunnu fiskimenn ikki fáa nakað útgjald fyrr enn skipið hevur ligið í 30 dagar, men tað verður nú broytt til, at teir fáa útgjald, tá ið skipið hevur ligið í 15 dagar.

Sum reglurnar eru nú, kunnu fiskimenn, í mesta lagi, fáa útgjald í 60 dagar, men eftir nýggju reglunum kunnu teir fáa útgjald í 90 dagar í sambandi við hvørja umvæling.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00