Ongi úrslit

Fleiri møguleikar fyri fjarlestri á Setrinum eru á veg

Serliga masterútbúgvingar, diplomútbúgvingar og stakskeið skulu í størri mun kunna takast sum fjarlestur

setur.fo
3 tímar síðan

Fróðskaparsetur Føroya fer komandi árini at gera tað munandi smidligari at taka útbúgving og skeið, uttan at tað altíð er neyðugt at vera til staðar á kampus.

Serliga masterútbúgvingar, diplomútbúgvingar og stakskeið skulu í størri mun kunna takast sum fjarlestur. Hinvegin heldur Setrið fast um, at fulltíðar bachelorútbúgvingar sum meginregla skulu vera staðbundnar

Tað stendur í frágreiðing, sum Fróðskaparsetrið hevur sent Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eftir fund millum landsstýrismannin og Setrið í juni.

Málið er bæði at gera útbúgvingartilboðini smidligari og at røkka nýggjum málbólkum. Tað kann til dømis vera fólk, sum eru í starvi og vilja taka eina masterútbúgving, diplomútbúgving ella stakskeið, men sum hava tørv á størri smidleika í sambandi við tíð og stað.

Hetta er eisini partur av strategi Setursins fram móti 2030, har eitt av málunum er at bjóða fleiri smidligar útbúgvingarleiðir og betri møguleikar fyri lívlangari læring.

Bachelorlesandi hava tørv á lestrarumhvørvi
Tá ið talan er um ung, sum á fyrsta sinni fara undir hægri lestur, er støðan ein onnur.

Setrið ætlar tí sum meginreglu ikki at bjóða fulltíðar bachelorútbúgvingar sum fjarlestur. Skiftið frá miðnámi til universitet er stórt, og fyrstu árini snúgva seg ikki bara um tað, sum stendur í pensum.

Tey lesandi skulu eisini læra at vera universitetslesandi, arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum, loysa uppgávur í felag og gerast partur av einum fakligum og sosialum umhvørvi.

- Vit skulu sjálvandi gagnnýta møguleikarnar, sum tøknin gevur okkum, og gera útbúgvingartilboðini smidligari, har tað gevur meining. Men serliga fyri tey, sum júst eru farin undir eina bachelorútbúgving, er tað av alstórum týdningi at hava eitt gott kampus, har lesandi kunnu hittast, samstarva og gerast partur av einum fakligum og sosialum felagsskapi. Universitetið er ikki bara undirvísingin inni í flokshølinum. Tað er eisini alt tað, sum hendir millum tímarnar og millum tey lesandi, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari.

Gransking gevur eisini greiðar ábendingar um, at kenslan av at hoyra til og sosial og faklig sambond hava stóran týdning fyri, um universitetslesandi trívast, halda fram og fullføra útbúgvingina.

- Vit liva í eini tíð, har alsamt meira kann avgreiðast framman fyri skíggjan. Júst tí haldi eg, at universitetið eisini hevur eina týdningarmikla uppgávu í at skapa verulig menniskjalig sambond. Tey lesandi skulu ikki bara ogna sær fakliga vitan, men eisini læra at samstarva, kjakast, lurta, loysa ósemjur og vera partur av einum felagsskapi. Tað læra vit ikki bara hvør í sínum lagi framman fyri telduna við hús, sigur rektarin.

Fjarundirvísing má ikki koma ístaðin fyri lestrarbýli
Ein stórur trupulleiki hjá lesandi í Føroyum er trotið á lestrarbústøðum. Men bústaðarneyðin má ikki gerast grundgeving fyri at flyta vanligan staðbundnan lestur út á netið.

Fjarundirvísing kann gera tað møguligt hjá fleiri at taka útbúgving, sama hvar í landinum tey búgva, og tað er ein týðandi styrki. Men tað broytir ikki, at tørvurin á nógv fleiri lestrarbústøðum er akuttur.

Skal Fróðskaparsetrið vaksa og ungdómsfráflytingin minka, skulu lesandi úr øllum Føroyum hava ein veruligan møguleika at flyta nærri kampus, tá ið útbúgvingin krevur tað. Og verður altjóða virksemið víðkað komandi árini við Erasmus+, verður eisini neyðugt at kunna bjóða komandi altjóða lesandi hóskandi bústaðarmøguleikar.

- Vit skulu ikki fara undir fjarundirvísing, tí vit mangla lestrarbústaðir. Tað hevði verið at loyst ein trupulleika við at skapt ein nýggjan. Vit hava brúk fyri bæði góðum talgildum útbúgvingartilboðum, einum kveikjandi kampusumhvørvi og nógv fleiri lestrarbústøðum. Tað eru tríggir ymiskir partar av sama máli: At gera Føroyar til eitt gott lestrarland, sigur Martin Tvede Zachariasen.

Átta undirvísingarhøli verða gjørd klár
Setrið er farið undir at byggja upp tøknina og førleikarnar, sum skulu til fyri at veita dygdargóða fjarundirvísing.

Í heyst verða fýra nýggj undirvísingarhøli í lon 5 á Frælsinum gjørd klár til fjarundirvísing, og fýra koma aftrat í vár. Setrið hevur eisini keypt Panopto, sum er ein tøknipallur til at framleiða, goyma og deila undirvísingartilfar, og sum verður knýttur at undirvísingarpallinum Moodle.

Samstundis fara undirvísarar á førleikamennandi skeið, tí góð fjarundirvísing krevur meira enn bara myndatól, mikrofon og netsamband. Hon krevur eisini, at undirvísingin verður didaktiskt løgd til rættis til talgilda undirvísingarháttin.

Í heyst verða royndir gjørdar við fjarundirvísing á tveimum masterskeiðum, og í vár verður eftir ætlan farið undir nýggja diplomútbúgving í námsfrøði, har partur av undirvísingini verður fjarundirvísing.

Ætlanin er, at ein stórur partur av masterskeiðunum á Fróðskaparsetrinum skal kunna takast sum fjarlestur frá lestrarárinum 2027/28.

Les frágreiðingina Fjarlestur og fjarundirvísing á Fróðskaparsetrinum her.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

Í gjár kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06