Flogferðslan í ES helt fram at vaksa í 2025. Tilsamans vórðu 6,9 milliónir flogferðir skrásettar. Tað eru 3,8 prosent fleiri enn í 2024, tá talið var 6,7 milliónir.
Talið á flogferðum er vaksið á hvørjum ári síðani 2021. Í 2025 var ferðslan sostatt aftur komin nær teimum 7,0 milliónunum, sum vórðu skrásettar í 2019, áðrenn koronufarsóttin rakti altjóða flogferðsluna.
Óregluligar flúgvingar serliga vanligar um summarið
Óregluligar flogferðir, eitt nú charterflúgvingar og aðrar serflúgvingar, vóru 8,5 prosent av øllum vinnuligum flúgvingum í 2025.
Lutfalsliga vóru tær mest vanligar um summarið. Í juni vóru 648.707 ferðir tilsamans, í juli 690.855 og í august 693.046. Óregluligu flogferðirnar vóru ávikavist 11,2, 12,3 og 11,4 prosent av øllum ferðum hesar tríggjar mánaðirnar.

Schiphol hevði flestar flogferðir – Kastrup í topp 10
Amsterdam Schiphol hevði flestar vinnuligar flúgvingar í ES í 2025 við 488.000 ferðum. Síðani komu Paris-Charles de Gaulle við 476.000 og Frankfurt við 457.000.
Kastrup í Keypmannahavn var eisini millum teir tíggju flogvallirnar í ES við flestum vinnuligum flogferum. Har vóru óregluligar flúgvingar 4,1 prosent av samlaðu vinnuligu flogferðsluni. Bara Athen og Madrid høvdu størri lut av óregluligum flúgvingum millum hesar tíggju flogvallirnar.
Eurostat byggir tølini á mánaðarlig hagtøl frá Eurocontrol. Tølini fevna um bæði regluligar og óregluligar vinnuligar flogferðir við ferðafólki, farmi og posti.