Ongi úrslit

Føgur lyftið eru ikki nóg mikið: Útlendskir næmingar fáa ikki nóg góða undirvísing

Føroya Lærarafelag krevur fleiri undirvísingartímar og størri játtan til føroyskt sum annaðmál, tí tørvurin er vaksin.

© Føroya Lærarafelagi.
Tórhallur við Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelagi, ávarar um, at skúlarnir ikki kunnu taka nóg væl ímóti næmingunum, um neyðugu tímarnir og pengarnir ikki fylgja við.
Edmund Jacobsen
31. juli kl. 19:00

Seinastu árini eru fleiri næmingar við útlendskum uppruna komnir í føroyska fólkaskúlan. Serliga er talið av næmingum úr londum uttan fyri Norðurlond og Evropa vaksið.

Tórhallur við Gil, næstformaður í Føroya Lærarafelagi, ávarar um, at skúlarnir ikki kunnu taka nóg væl ímóti næmingunum, um neyðugu tímarnir og pengarnir ikki fylgja við.

– Tað er ein óvirðilig og vónleys støða fyri allar partar, bæði føroysku og útlendsku næmingarnar og lærararnar, skrivar hann.

Fleiri tímar mugu játtast

Nakrir lærarar hava útbúgving í føroyskum sum annaðmál, og í einstøkum skúlum eru móttøkuflokkar settir á stovn. Sambært Lærarafelagnum verða tó ov fáir tímar játtaðir til økið.

Verandi játtan til fólkaskúlan er longu ov lítil. Tí ber ikki til at fíggja undirvísingina við at taka pengar frá øðrum skúlatilboðum.

Góð undirvísing í føroyskum ger tað lættari hjá útlendsku næmingunum at gerast partur av skúladegnum og fóta sær í føroyska samfelagnum.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00