Ongi úrslit

Fólkaflokkurin tekur ei heldur undir við súkklubreyt við Vesturvarða

Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen, býráðslimir
11 tímar síðan

Hvat varð av føgru lyftunum hjá borgarstjóranum og serliga Tjóðveldi, um ikki at gera seg inn á náttúruøki í Kommununi?

Vakra og fríða náttúruøkið við Rossagøtuna hevur mong í ár verið eitt fantastiskt stað  har reið- og  gongufólk í friðsælu hava virkað í sátt og semju. Ikki minst hava yngru og minni royndu reiðfólkini havt stóra gleði av hesum øki.   Vit eru mong sum øttast at hetta nú fær  ein bráðan enda.

Vit skilja als ikki, at borgarstjórin og býráðsmeirilutin  vilja tvíhalda um eina súkklubreyt  við Vesturvarða og Rossagøtuna. Borgarstjórin og býráðsmeirlutin í Tórshavnar Býráð  virðir við hesi ætlan ikki rossafólk, Yvirfriðingarnevnd og mong onnur í Tórshavnar kommunu, sum ynskja aðra loysn til gagn fyri gongufólk, reiðfólk og súkkluíðkarar.

Rossafólk í Havnardali hava í fleiri førum átala ætlanini, har tey eitt vísa til at súkklur og ross ikki passa saman. Tey óttast, at ross, serliga við børnum og ungum á rossabaki kunnu gerast óttafull av súkklunum. Fleiri dømi eru um óhepnar støður, har fólk eru komin til skaða.

Yvirfriðingarnevndin hevur somuleiðis frámælt staðsetingini, og mælir til at súkklubreytin verður staðsett við vindmyllurnar í Flatnahaga.

Vit í Fólkaflokkinum vilja tí staðiliga heita á borgarstjóran og býráðsmeirilutan at broyta ætlanirnar soleiðis, at Tórshavnar Býráð virðir avgerðina hjá Yvirfriðingarnevndini og óttan hjá okkara rossafólki.

Vit ynskja at súkkluíðkarar hava góðar umstøður bæði til komandi Oyggjaleikirnar, og eftir Oyggjaleikirnar. Men virði søguligu rættingini hjá reiðfólkunum og flytið heldur súkklubreytina til annað stað, eitt nú Flatnahaga, har vindmyllurnar standa, og inntrivið í náttúruni longu er gjørt.

Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð:
Birgir Nielsen, býráðslimur
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06