Fólkatalið í ES vaks í 2025 fyri fimta árið á rað. Sambært nýggjum tølum frá Eurostat búðu 452 milliónir fólk í ES 1. januar 2026. Tað eru 706.000 fleiri enn árið fyri.
Tilflyting heldur fólkatalinum uppi
Síðan 2012 eru fleiri fólk deyð enn fødd í ES. Kortini er fólkatalið vaksið, tí tilflytingin hevur verið størri enn natúrliga fólkaminkingin.
Fólkatalið er nú átta milliónir størri enn í 2016 og 16 milliónir størri enn í 2006. Síðan 1960 er tað vaksið úr 354,5 milliónum upp í 452 milliónir.
Stórur munur á londunum
Fólkatalið vaks í 16 ES-londum í 2025. Lutfalsliga var vøksturin størstur á Malta, Kýpros og í Luksemborg.
Hinvegin minkaði fólkatalið mest í Lettlandi, Estlandi og Ungarn.
Týskland er fólkaríkasta ES-landið við 83,5 milliónum íbúgvum. Malta er minsta landið við 600.000 íbúgvum. Týskland, Frakland, Italia, Spania og Pólland hava tilsamans tveir triðingar av øllum íbúgvunum í ES.