Fólkatalið í Føroyum veksur nú munandi skjótari enn undanfarin ár. Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya, sum vórðu almannakunngjørd í dag.
Tann 1. september búðu 55.640 fólk í Føroyum. Tað eru 894 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,6 prosent.
Vøksturin er tríggjar ferðir størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Ikki í seks ár hevur fólkatalið vaksið so nógv.
Tilflytingin nærum seksfaldað
Tað er serliga tilflytingin, sum fær fólkatalið at vaksa.
Seinasta árið fluttu 1.877 fólk til Føroya, meðan 1.178 fluttu av landinum. Munurin millum tilflyting og fráflyting var sostatt 699 fólk, samanborið við 119 árið fyri.
Nettoflytingin er harvið nærum seksfaldað.
Samstundis vórðu 652 børn fødd, meðan 457 fólk doyðu. Burðaravlopið var sostatt 195 fólk.
Ein merkisverd broyting er, at nettoflytingin hjá fólki við bústaðartilknýti til Føroya nú eisini er positiv. Undanfarin ár hevur hon verið negativ.
Stórur vøkstur á Argjum – minking á Tvøroyri
Fólkavøksturin er tó ójavnt býttur kring landið.
Í Tórshavnar kommunu vaks fólkatalið mest. Á Argjum vaks tað við 191 fólkum, ella 7,5 prosentum.
Runavíkar kommuna hevði næststørsta vøksturin við 160 fólkum, svarandi til 3,6 prosent.
Hinvegin minkaði fólkatalið í Tvøroyrar kommunu við 29 fólkum, ella 1,7 prosentum.
Í Ørðavíkslíð minkaði fólkatalið við heili 18,2 prosentum.
Sambært Hagstovu Føroya bendir gongdin á, at fleiri flyta til Føroya, samstundis sum færri flyta av landinum.