Dómsnevndin, sum skal velja Føroya bestu vørumerki 2026, er nú sett. Í nevndini sita leiðarar, HR-leiðarar, marknaðarfólk, stjórar og aðrir serfrøðingar úr føroyska vinnulívinum, almenna geiranum, undirvísing, mentan og skapandi vinnugreinum.
Tilsamans 44 fólk eru í dómsnevndini. Millum teirra eru Anna Katrina O. Arge, Annfinnur Heinesen, Ingunn Eiriksdóttir, Jákup Brúsá, Páll Isholm, Rúni Joensen og Turið Finnbogadóttir Arge.
Vinnararnir verða heiðraðir í februar
Sambært brandr Føroyum hevur dómsnevndin avgerandi týdning fyri, at røttu vørumerkini verða vald og heiðrað á einum fakligum, sakligum og væl grundaðum grundarlagi. Føroya bestu vørumerki og arbeiðspláss verða kosin og heiðrað á einum tiltaki í februar 2027.
Navia, Atlantic Airways og GroAqua vunnu seinast
Tá Føroya bestu vørumerki 2025 vórðu kosin í februar 2026, vóru umleið 700 føroysk vørumerki í uppskoti. Eftir eina metingartilgongd, har bæði dómsnevnd og kanningar millum kundar og starvsfólk vóru partur av grundarlagnum, vórðu 23 vørumerki tilnevnd í fýra bólkum.
Navia vann bólkin fyri einstaklingsmarknaðin við 24 ella færri starvsfólkum, Atlantic Airways vann bólkin fyri einstaklingsmarknaðin við 25 ella fleiri starvsfólkum, og GroAqua varð kosið besta vørumerkið á fyritøkumarknaðinum.
Føroya Banki fekk samstundis heiðurin sum besta starvsfólkavørumerkið, meðan Eivør fekk serliga heiðurin sum besta persónliga vørumerkið.