Hví skal Føroyabanki vera stongdur fyri fiskiskapi í nærum hálvt ár, tá gýtingarleiðirnar á landgrunninum vanliga verða friðaðar í nógv styttri tíð?
Hetta vil Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, hava Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at greiða frá.
Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hann, hvørjar lívfrøðiligar grundgevingar eru fyri at friða Føroyabanka frá 1. januar til mai ella juni.
Óneyðug kapprenning um fiskin
Sambært Sámali Peturi í Grund kann langa friðingin hava fleiri óhepnar avleiðingar fyri fiskivinnuna.
Hann vísir á, at nógv skip fara til fiskiskap í senn, tá Føroyabanki verður latin upp aftur. Hetta kann elva til óneyðuga kapprenning og økt trýst á fiskileiðina.
Hann vísir eisini á, at toskurin er í verri standi beint eftir gýting. Tað kann hava negativa ávirkan á bæði góðsku og avreiðingarprís.
Stutta fiskitíðin ger tað harumframt torført hjá loyvishavarunum at leggja fiskiskapin til rættis eftir veðri, streymi og marknaðarviðurskiftum.
Vil hava friðingartíðina endurskoðaða
Sámal Petur í Grund spyr eisini, um lívfrøðilig prógv eru fyri, at bankatoskurin gýtir fyrr ella í longri tíð enn toskurin á landgrunninum.
Hann vil harumframt vita, um landsstýrið saman við Havstovuni ætlar at laga friðingartíðina, so varisligur vinnuligur fiskiskapur eisini kann verða loyvdur, áðrenn gýtingin byrjar.