Klokkan 17 í dag bresta Føroyar og Montenegro saman í montenegriska høvuðsstaðnum Podgorica. Hetta er annar dysturin hjá Føroyum í undankappingini til EM í 2028.
Føroyar eru í undanbólki saman við Montenegro, Ungarn og Kosovo. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum tryggja sær beinleiðis atgongd til EM-endaspælið, meðan fýra av teimum átta liðunum, sum enda á triðja plássi, eisini vinna sær sæti í endaspælinum.
Tí stendur nógv upp á spæl í Podgorica í dag. Ein føroyskur sigur hevði verið eitt týdningarmikið stig á leiðini móti enn einum EM-endaspæli, og styrkt munandi um føroysku møguleikarnar at vinna seg víðari úr undanbólkinum.
Sambært veddingarfyritøkuni Oddset eru Føroyar favorittar undan dystinum. Ein føroyskur sigur gevur pengarnar 1,72 ferðir aftur, vinnur Montenegro fær mann pengarnar 2,60 ferðir aftur og javnleikur gevur pengarnar 8,75 ferðir aftur.