Ongi úrslit

Føroyar og Grønland: Ráðgevar vilja samstarva um stórar verkætlanir

Tekniskir ráðgevar í Føroyum og Grønlandi vilja styrkja samstarvið og kanna møguleikarnar fyri at átaka sær størri uppgávur í báðum londunum.

© Ráðgevarafelagið.
Sterkari saman: Føroyskir og grønlendskir ráðgevar hittust í Vinnuhúsinum fyri at leggja lunnar undir tættari samstarv og størri felags verkætlanir.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Føroyskir og grønlendskir ráðgevar vilja samstarva tættari um størri verkætlanir og gagnnýta vitan og royndir hjá hvørjum øðrum.

Hetta kom fram, tá ráðgevar úr báðum londunum hittust í Vinnuhúsinum 5. oktober.

Størri uppgávur í felag

Á fundinum umrøddu ráðgevarnir felags avbjóðingar og møguleikar fyri samstarvi.

Millum evnini vóru nýggjar byggireglugerðir, DGNB-skipanin fyri burðardygt byggjarí, útbjóðingar av ráðgevingaruppgávum og viðgerð hjá myndugleikum.

Ráðgevarnir umrøddu eisini møguleikarnar fyri at samstarva um størri uppgávur í báðum londunum.

Nýggj avtala skal styrkja samstarvið

Fundurin er liður í vaksandi vinnusamstarvinum millum Føroyar og Grønland.

Samstarvið byggir millum annað á eina nýggja avtalu millum Grønlands Erhverv og Vinnuhúsið.

Vinnugreinanevndirnar fyri ráðgevar í báðum londunum síggja góðar møguleikar fyri at styrkja sambandið.

Málið er, at samstarvið við tíðini skal føra til ítøkiligar uppgávur bæði í Føroyum og Grønlandi.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

Í gjár kl. 17:59