Ongi úrslit

Føroyar skulu hugsa longri: Ráðstevna um framtíðina hjá vælferðarsamfelagnum

MEGD savnar føroyskar og útlendskar serfrøðingar til ráðstevnu um, hvussu Føroyar kunnu framtíðartryggja vælferðarsamfelagið og styrkja búskaparliga haldførið.

© Misha Martin / Unsplash.
MEGD skipar 28. september fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um framtíðina hjá føroyska vælferðarsamfelagnum.
Edmund Jacobsen
8 tímar síðan

MEGD skipar 28. september fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um framtíðina hjá føroyska vælferðarsamfelagnum. Kjarnuspurningurin er, um almenna stýringin í Føroyum í størri mun eigur at fevna um annað og meira enn bruttotjóðarúrtøka (BTÚ) og peningalig atlit.

Sambært tilfarinum um ráðstevnuna vísa altjóða royndir og gransking, at tað kann hava neiligar avleiðingar fyri bæði búskap og trivnað, um lond stýra burturav við støði í BTÚ. Fleiri lond hava tí ment skipanir, har trivnaður, rættindi og vælferð eisini verða tikin við í almennu stýringina.

Starvsfólkatrot og fráflyting eru føroyskar avbjóðingar

MEGD vísir á, at Føroyar standa við fleiri av somu avbjóðingum sum onnur lond, eitt nú starvsfólkatroti og fráflyting. Felagið heldur, at spurningurin um trivnað, rættindi og vælferð hjá børnum, ungum, eldri og fólki, ið bera brek, enn ikki av álvara er komin á føroysku dagsskránna.

Sambært ráðstevnutilfarinum kunnu miðvísar, langtíðar- og tvørgeiraligar loysnir eisini hava týdning fyri at fáa ung at støðast í Føroyum ella flyta heim aftur.

OECD-stjóri og føroyskir politikarar á pall

Millum røðararnar verða Romina Boarini, stjóri í OECD WISE, Majbritt Skov frá Deloitte Denmark, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, og finski granskarin Merita Mesiäislehto.

Beinir Johannesen, løgmaður, setur ráðstevnuna. Eftir framløgurnar verður pallborð við landsstýrisfólkum og Ásu Olsen, forkvinnu í MEGD. Bjørt Samuelsen verður orðstýrari.

Tiltakið er ókeypis, men vegna avmarkað pláss er neyðugt at tekna seg frammanundan.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06