Seinnapartin leygardagin spældi føroyska kvinnulandsliðið hálvfinalu í Baltic Cup 2026, sum í ár er í Estlandi.
Dysturin ímóti vertstjóðini varð spældur í Jalgpallihøllini, sum er ein innandura fótbóltshøll í Paide.
Tað vóru estisku kvinnurnar, ið fingu betru byrjanina. Tá eitt stórt korter var spælt legði Katriin Saulus heimaliðið á odda, og stutt undan steðginum økti Katrin Kirpu um estisku leiðsluna.
Í seinna hálvleiki løgdu føroysku kvinnurnar nógv fyri at venda gongdini, men fleiri mál komu ikki, og tískil endaði dysturin við einum 2-0 sigri til Estland.
Í hinari hálvfinaluni vann Litava 3-0 á Lettlandi. Tað merkir, at Estland og Litava skulu spæla finaluna, meðan Føroyar og Lettland hittast í dystinum um triðja plássið.
Dysturin millum Føroyar og Lettland verður spældur týsdagin 1. desember.
Føroyar – Estland 0-2 (0-2)
Baltic Cup – hálvfinala
0-1: Katrin Saulus 18.
0-2: Katrin Kurpu 45.
Føroyar: Óluva Allansdóttir Joensen – Jancy Mohr (Teresa Jacobsen, 46.), Mona Rasmusdóttir (Eydna Dalheim, 84.), Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen – Anna Brændstrup (Fridrikka Clementsen, 46.), Sanna Svarvadal (Birita Mohr, 84.), Eyðvør Klakstein (Jensa Tórolvsdóttir, 61.), Ásla Johannesen – Heidi Sevdal (Brá Zakariasardóttir, 61.), Durita Hummeland
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Ingrið Rasmussen, Natalia Dansdóttir Olsen, Lisa Haraldsen
Venjari: Pætur Clementsen
Hjálparvenjari: Jacoba Langgaard