Norðurlond og Baltalond eru vorðin ov bundin at fáum veitarum av talgildari tøkni. Tað staðfesta ráðharrar úr tíggju londum og økjum, teirra millum Føroyum, í einari felags yvirlýsing, sum varð samtykt í Keypmannahavn 6. november.
Endamálið er at styrkja talgilda sjálvræðið og tryggja, at londini sjálv fáa størri ræði á týðandi talgildum skipanum og undirstøðukervi.
Vilja minka um bundinskapin at stórum tøkniveitarum
Sambært yvirlýsingini eru bæði vinnulívið og almennir myndugleikar í stóran mun bundin at talgildum tænastum og undirstøðukervi, sum fáir veitarar standa fyri.
Hetta ger londini viðbrekin, um brek ella aðrir trupulleikar raka veitingarnar.
Tí vilja londini menna felags talgildar loysnir, gera íløgur í nýggja tøkni og styrkja trygdina kring týðandi undirstøðukervi.
Serligur dentur verður lagdur á samstarv um skýtænastur, vitlíki og trygdina hjá samskiftiskaðlum á havbotninum.
Føroyar við í ætlan fram móti 2030
Føroyar eru við í samstarvinum saman við Danmark, Estlandi, Finnlandi, Íslandi, Lettlandi, Litava, Noregi, Svøríki og Álandi.
Londini vilja eisini minka um óneyðuga umsiting og gera tað lættari hjá fyritøkum og myndugleikum at menna nýggjar talgildar loysnir.
Samstarvið byggir millum annað á felags verkætlanir um talgild samleikaprógv og eina norðurlendsk-baltiska miðstøð fyri vitlíki.
Málið er, at Norðurlond og Baltalond skulu vera best talgildu samanbundna økið í heiminum í 2030.