Ongi úrslit

Føroyar við samráðingarborðið: Býtið av uppsjóvarfiskinum aftur á skránni

Føroyar og hini strandarlondini skulu komandi tvær vikurnar royna at semjast um veiðuna av makreli, svartkjafti og norðhavssild í 2027.

© Uttanríkis - og Fiskimálaráðið.
Nú verður samráðst um fiskakvoturnar fyri 2027. Føroyar og hini strandarlondini hittast í London at viðgera veiðuna av makreli, svartkjafti og norðhavssild.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Samráðingar um tríggjar týðandi uppsjóvarfiskastovnar byrjaðu í London í dag. Á skránni eru bæði mest loyvda veiðan í 2027 og framtíðarbýtið millum strandarlondini.

Tað upplýsir Uttanríkis- og fiskimálaráðið.

Tríggjar samráðingar í tvær vikur

Samráðingarnar byrjaðu týsdagin 13. oktober við svartkjafti. Her luttaka Føroyar, Bretland, ES, Ísland og Noreg.

Mikudagin og hósdagin verður norðhavssildin á skránni. Tá hittast umboð fyri Føroyar, Bretland, Ísland, Noreg og Russland.

Í næstu viku verður makrelurin viðgjørdur. Tær samráðingarnar verða týsdagin, mikudagin og hósdagin. Tá luttaka Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg.

Skulu semjast um veiðuna í 2027

Høvuðsmálið er at finna semju um mest loyvdu veiðu í 2027 við støði í vísindaligu ráðgevingini frá ICES.

Strandarlondini skulu eisini samráðast um, hvussu veiðan skal býtast millum londini í framtíðini.

Harumframt skulu tey viðgera útbreiðslufrágreiðingar, veiðuhagtøl, umsitingartiltøk og tiltøk hjá NEAFC.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44