Í annaðkvøld klokkan 19 verður tað stóra Reyða Kross-tiltakiðí KvF-sjónvarpinum, har møguleiki verður at stuðla Reyða Krossi við einari peningaupphædd. Tiltakið er annað hvørt ár, og í 2024 komu reiðiliga fýra milliónir inn.
Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroyum, sigur, at hetta er eitt stórt tiltak, sum krevur sera nógva orku at fyrireika.
Vilja gera nógv burturúr
- Men vit vilja gera nógv burturúr, tí føroyingar eru so einastandandi, tá ið tað kemur til at stuðla arbeiðinum hjá Reyða Krossi, sigur Sigrið, sum vónar, at nógv fara at njóta sendingina í annaðkvøld og at nýta høvið til at stuðla Reyða Kross-arbeiðinum.
- Einstaklingar, feløg og fyritøkur kunnu flyta eina upphædd beinleiðis til Reyða Kross. Tað ber eisini til at flyta eina upphædd og vera við í lutakastinum um ein Mazda 6e, sigur Sigrið og upplýsir, at hyggjararnir fáa greiða vegleiðing í sendingini, hvussu berast skal at, tá ið peningur skal flytast.
Tað ber eisini til at stuðla longu nú umvegis heimasíðunawww.redcross.fo.
Stórur tørvur her og úti í heimi
Reyða Kross-leiðarin sigur, at tørvurin á peningi til at stuðla teimum, sum eru ringast fyri, her heima og úti í heimi, er stórur. Her heima verða innkomni peningurin brúktur til m.a. mat- og klædnahjálp, málkafé til útlendingar, summarlegur fyri børn, og til vitjanartænastuna.
Sigrið upplýsir, at Reyði Krossur ikki í forhond hevur gjørt av, hvar stuðul skal veitast uttanlands.
- So mikið er vist: Mangastaðni uttanlands er neyðin stór, iðstendst av kríggjum, farsóttum og náttúruvanlukkum, og tí er gott at at hava pening tøkan, tá ið tørvur er á stuðli, sigurSigrið.
Eitt vala lið til álvara og undirhalds
Sum nevnt byrjar KVF-sendingin kl. 19. Vertir á kvøldinum verða Elin á Rógvi og Uni Holm Johannesen, og í sendingini verða samrøður og søgur úr hjálpararbeiðinum, umframt tónleikur við Anniku Hoydal, Tøgn, Danny Baldursson, Ólavi Højgaard og Martin Joensen, Guðrun Sólju og Sophiliu.