Ongi úrslit

Føroyskt kór í altjóða finalu: Tarira kann vinna størsta heiðurin

Føroyska kórið Tarira hevur sungið seg heilt fram millum tey bestu í altjóða kórkapping í Grikkalandi. Eftir at hava kappast við 36 kór úr 16 londum stendur Tarira nú framman fyri størstu avbjóðingini: Finaluni, har høvuðsvinningurin stendur upp á spæl.

© Privat mynd.
Føroyska kórið Tarira hevur sungið seg heilt fram í stóru finaluna í altjóða kórkappingini í Grikkalandi. Her er kórið saman við grikska tónaskaldinum Panagiotis Theodossiou eftir framførsluna. Nú stendur høvuðsvinningurin upp á spæl.
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Undir leiðslu av Bernharði Wilkinson hevur Tarira tryggjað sær pláss í stóru Grand Prize-finaluni í Kalamata International Choir Competition and Festival.

Avgerðin fellur í dag, sunnudagin 11. oktober, og spenningurin er stórur í føroyska kórinum.

Føroyska kórið Tarira er komið í finaluna í altjóða kórkappingini Kalamata International Choir Competition and Festival í Grikkalandi. Nú hevur kórið møguleika at vinna høvuðsvinningin.

Tarira, sum er undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, hevur kappast við 36 kór úr 16 londum. Føroyska kórið hevur luttikið í tveimum kappingarbólkum og hevur nú vunnið sær pláss í stóru Grand Prize-finaluni.

Ovfarin av stóra úrslitinum

Gleðin og spenningurin eru stór í føroyska kórinum, nú avgerandi finalan stendur fyri durum.

– Vit eru sera spent og eisini ovfarin, at vit eru komin so langt, tí støðið er sera høgt, sigur Píl Reinert, forkvinna í Tarira.

Tarira hevur framført sjey ymisk tónleikaverk í kappingini.

Millum teirra eru nútímans verk eftir grikska tónaskaldið Panagiotis Theodossiou og eitt nýtt verk, sum føroyska tónaskaldið Tróndur Bogason hevur skrivað til eina yrking úr Svørt Orkidé eftir Vónbjørt Vang.

Høvuðsvinnarin verður funnin í kvøld

Stóra finalan verður í grikska býnum Kalamata í dag, sunnudagin 11. oktober, klokkan 14.30.

Seinni í kvøld verður kunngjørt, hvørji kór hava vunnið teir ymisku kappingarbólkarnar, og hvør verður kosin høvuðsvinnari í altjóða kórkappingini.

Tarira er sostatt komið heilt fram til avgerandi kappingina um størsta heiðurin.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

Í gjár kl. 15:20

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

Í gjár kl. 10:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44