Ongi úrslit

Føroysku bankarnir: Útlánini vaksa ikki skjótari enn búskapurin

Føroysku bankarnir eru í dag langt frá tí ógvusliga útlánsvøkstri, sum eyðkendi tíðina undan fíggjarkreppunum í 1990-árunum og 2008.

© Hagstova Føroya.
Frá krepputíðum til størri javnvág: Útlánini hjá føroysku bankunum svaraðu í 2025 til 74 prosent av BTÚ – langt undir støðinum undan fíggjarkreppunum.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Tá fóru útlánini upp um 170 prosent av BTÚ. Í 2025 var talið bert 74 prosent.

Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Landsbanka Føroya, sum staðfestir, at útlánini hjá bankunum ikki longur vaksa skjótari enn føroyski búskapurin.

Í 2025 svaraðu samlaðu útlánini til 74 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ).

Støðan er munandi øðrvísi enn undan kreppuni í 1990-árunum og fíggjarkreppuni í 2008.

Tá vuksu útlánini nógv skjótari enn búskapurin. Sambært tølunum hjá Landsbankanum fór lutfallið millum útlán og BTÚ í báðum tíðarskeiðunum upp um 170 prosent.

Sterkar fyritøkur og herd kapitalkrøv

Síðan fíggjarkreppuna í 2008 hava útlánini sum heild ikki vaksið skjótari enn búskapurin.

Landsbankin vísir á tvær møguligar orsøkir.

Onnur er, at føroyskar fyritøkur eru so væl fyri fíggjarliga, at tær hava minni tørv á lánum.

Hin er, at bankarnir mugu seta kapital til síðis fyri at lúka kapitalkrøvini, sum eru herd síðan fíggjarkreppuna.

Landsbankin fylgir neyvt við lutfallinum millum útlán og BTÚ, tí tað er eitt týdningarmikið mát fyri fíggjarliga støðufestið.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44