Ongi úrslit

Føroysku bankarnir: Útlánini vaksin við 1,4 milliardum krónum

Føroysk húsarhald og fyritøkur læna framvegis nógv. Bankarnir hava nú útlán fyri 22,2 milliardir krónur, men útlánsvøksturin er minkandi.

© Landsbankin.
Útlánini hjá føroysku bankunum eru vaksin við 1,4 milliardum krónum eftir einum ári. Húsarhaldini standa fyri størsta partinum av vøkstrinum.
Edmund Jacobsen
53 minuttir síðan

Útlánini hjá føroysku bankunum eru vaksin við 1,4 milliardum krónum eftir einum ári. Í august 2026 høvdu bankarnir lánt føroyskum kundum tilsamans 22,2 milliardir krónur, samanborið við 20,8 milliardir krónur sama mánað í fjør.

Tað vísa nýggj tøl frá Landsbanka Føroya.

Hóast útlánini framvegis vaksa nógv, er ferðin minkað. Árligi útlánsvøksturin var 6,4 prosent í august, roknað sum eitt tríggja mánaða miðaltal. Vøksturin hevur verið minkandi síðani árslok 2025.

Húsarhaldini økt skuldina við 1,1 milliard

Tað eru serliga húsarhaldini, sum standa fyri stóra vøkstrinum í útlánunum.

Í august skyldaðu føroysku húsarhaldini bankunum 12,4 milliardir krónur. Tað eru 1,1 milliard krónur meira enn sama mánað í fjør, tá skuldin var 11,3 milliardir krónur.

Árligi útlánsvøksturin til húsarhaldini var 9,2 prosent.

Húsarhaldini læna fyrst og fremst pengar til bústaðir. Tey hava eisini lán hjá donskum realkredittstovnum, men vøksturin í hesum lánum er minkandi.

Privata vinnan skyldar 7,2 milliardir

Føroyska vinnulívið hevur eisini økt lántøkuna munandi.

Privata vinnan skyldaði í august føroysku peningastovnunum 7,2 milliardir krónur. Tað eru 500 milliónir krónur meira enn fyri einum ári síðani.

Árligi útlánsvøksturin til privatu vinnuna var 7,7 prosent.

Útlánsvøksturin til vinnuna tók dik á seg á vári 2025, men hevur verið minkandi síðani á vári 2026.

Tølini frá Landsbankanum vísa sostatt, at bæði húsarhald og vinna framvegis økja lántøkuna, hóast útlánsvøksturin er farin at hæsa av.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

Í gjár kl. 15:20

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

20 tímar síðan