Hóast eitt samt Norðurlandaráð longu í 2024 setti ein arbeiðsbólk at finna eina loysn á føroyska limaskaparspurninginum, er málið enn ikki komið á mál.
Tað hevur Johan Dahl, løgtingsformaður, gjørt vart við á fundi við tingformenn úr hinum Norðurlondunum í Helsinki.
Ónøgdur við vantandi úrslit
Sambært Løgtinginum vísti Johan Dahl á føroysku misnøgdina við, at arbeiðsbólkurin enn ikki hevur funnið eina loysn á málinum.
Spurningurin um føroyskan limaskap fekk eisini drúgva umrøðu, tá Norðurlandaráðsfundurin varð settur í finska høvuðsstaðnum.
Arbeiðsbólkurin varð settur í 2024 við undirtøku frá einum samdum Norðurlandaráði. Uppgávan var at finna eina loysn á spurninginum um føroyskan limaskap.
Trygdarstøðan í Norðurlondum á breddanum
Umframt føroyska limaskaparspurningin hava Johan Dahl og hinir tingformenninir umrøtt trygdarstøðuna í Norðurlondum og viðurskiftini millum Evropa og Russland.
Á fundunum hava tingformenninir eisini umrøtt, hvussu altjóða støðan ávirkar tingarbeiðið í teimum einstøku londunum.
Johan Dahl var eisini við, tá Norðurlandaráðsfundurin varð settur í Helsinki.