Frískt lot til frískan vind vestan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin hækkar hann í útnyrðing og minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 14 stig, í nátt niður í 3 til 8 stig.
Mánadagin
Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, sum út á kvøldið og náttina hækkar í norðan. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.
Týsdagin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Út á seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, men út á kvøldið fer at regna. Hitin 8 til 13 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Um kvøldið fer hann í sunnan og veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Hitin 10 til 15 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað við sólglottum og ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.