Ongi úrslit

Frá 1. januar: Nýggj krøv til leiting og bjarging í Føroyum

Frá 1. januar 2027 verða nýggjar reglur um leiting og bjarging í flogferðsluni galdandi í Føroyum og Danmark. Ávís brot kunnu revsast við fongsli í upp til tvey ár.

© Andrés Dallimonti / Unsplash.
Bjarging á sjógvi og í luftini: Nýggjar reglur seta krøv til flogskiparar og bjargingartilbúgving í Føroyum. Brot á ávísar skyldur kunnu geva upp til tvey ára fongsul.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Danska Trafikstyrelsen hevur kunngjørt nýggjar reglur um leiting og bjarging í sambandi við flogferðslu. Reglurnar seta krøv til bjargingarmiðstøðir, flogskiparar og tilbúgving, tá flogfør ella skip koma í neyð.

Kunngerðin varð kunngjørd 28. oktober og kemur í gildi 1. januar 2027. Hon kemur í staðin fyri reglurnar frá 2021.

Flogskiparar skulu boða frá neyðstøðum

Sambært kunngerðini skulu flogskiparar alt fyri eitt boða flogferðslumyndugleikunum frá, um teir hava grundaðan illgruna um, at eitt flogfar ella skip er í neyð.

Síggja teir eitt far í neyð, skulu teir sum meginregla halda eyga við tí, staðfesta staðsetingina og lata bjargingarmiðstøðini upplýsingar um støðuna.

Upplýsingarnar kunnu eitt nú vera um veðurviðurskifti, tal á fólki umborð og møguleikar fyri bjarging.

Flogskiparar skulu eisini eftir førimuni hjálpa fólki, sum hava verið fyri vanlukku.

Brot kunnu geva tvey ára fongsul

Nýggju reglurnar seta eisini krøv til bjargingarmiðstøðirnar.

Tær skulu hava tilbúgving alt samdøgrið og starvsfólk, sum eru útbúgvin til bjargingararbeiði. Starvsfólkini skulu kunna samskifta á donskum og enskum.

Bjargingarfólk skulu regluliga venjast í leiting og bjarging, eisini á sjónum og langt frá flogvøllum.

Brot á ávísar skyldur hjá flogskiparum kunnu sambært kunngerðini revsast við bót ella fongsli í upp til tvey ár.

Reglurnar verða galdandi í Føroyum og Danmark, men ikki í Grønlandi.

Mest lisið hesa vikuna

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38