Ongi úrslit

Frá víkingaskipi til alheims leikvøllir

Fekk áskoðarar í fleiri londum at herma.

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Ro! Tað sum vit síggja og hoyra nordmenn framføra saman, bæði áskoðarar og leikararnir sjálvir á vøllinum, er nakað serligt.

Tað byrjaði sum bert eitt hugskot hjá norskum fótbóltsáskoðarum, til at stuðla teirra leikarum. Nú er tað vorðið eitt kent fyribrigdi á leikvøllum kring heimin.

Ro! rópa tey og Vikingblod eitur lagið sum hoyrir til. Lagið og rópini vóru gjørd í 2025 av stuðulsfelagnum Oljeberget, sum fylgir norska landsliðnum.

Ein av oddafólkunum í felagnum, Ole Frøystad, var við til at menna hugskotið. Endamálið var at skapa eina sermerkta áskoðarasiðvenju, sum bygdi á norska søgu. Íblásturin kom frá víkingaskipunum.

Sjónin vakti skjótt ans, og filmsbrot frá dystunum fóru víða á sosialum miðlum. Tað fekk áskoðarar í fleiri londum at herma eftir, og í dag sæst róðrarsangurin á leikvøllum langt uttan fyri Noreg.

Sum tá íslendska Víkingaklappið gjørdist altjóða kent eftir EM í 2016, hevur norski róðrarsangurin nú eisini fingið fast pláss í fótbóltsheiminum.

Einføldu rørslurnar og sterka víkingaímyndin hava gjørt hann lættan at taka til sín, og torføran at gloyma.

Vit eru sikkurt nógvir føroyingar sum kundu hugsa okkum, at vit sjálvi høvdu funnið uppá hetta til okkara landslið. Serliga tá rógving er okkara tjóðarítrottur.

Vit hava tó altíð dansiringin at taka til sum nakað serføroyskt, tá vit fara at dystast í ovastu rók í HM-meistaraskapum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30