Ongi úrslit

Framleiðslan av leskidrykkinum Svala heldur uppat

Coca-Cola í Íslandi heldur uppat at framleiða Svala við ársenda

Sigurjón Einarsson
9. november 2022 kl. 13:55

Framleiðslan av kenda íslendska leskidrykkinum Svala, sum eisini er nógv selt í Føroyum, heldur uppat við ársenda.

Svali hevur verið ein vælumtóktur leskidrykkur í Íslandi í yvir 40 ár, men vegna broyttar vanar hjá fólki, hevur Coca-Cola í Ísland, ið framleiðir Svala, valt at enda við framleiðsluni og søluni av Svala.

Tað skrivar íslendska heimasíðan mbl.is.

– Vit hava havt nøkur úrslitagóð áratíggju við Svali, men leskidrykkurin er eitt barn av síni tíð, men vit eru á einari aðrari ferð í dag. Krøvini frá okkara brúkarum broytast allatíðina, og tí eru vit noydd til at endurskoða okkara vørur regluliga, sigur Einar Snorri Magnússon, forstjórin í Coca-Cola í Íslandi.

Forstjórin sigur, at felagið hevur gjørt eitt stórt arbeiði at broyta globala vørutilboðið hjá The Coca-Cola Company, og at tað er politikkurin hjá felagnum at fokusera upp á tær vørur, ið eru best umtóktar.

– Við hesari langtíðarætlanini styrkja vit tær vørur, sum vit longu hava, og hetta loyvir okkum at hugsa meira um nýskapan, so vit eru betri før fyri at møta krøvunum frá okkara kundum. Tí siga vit farvæl við Svala og takka fyri tíðina, sigur forstjórin.

Mest lisið hesa vikuna

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

Í gjár kl. 10:46

Deyðatalið komið upp á 67

Í gjár kl. 11:30

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00