Ongi úrslit

Framtíðin hjá Nýskipanarnevndini: Hvat ætlar løgmaður?

Ruth Vang vil hava greiðu á framtíðini hjá Nýskipanarnevndini og møguleikanum at spara upp í 190 milliónir krónur um árið í umsitingini.

© Savnsmynd.
Ruth Vang vil hava greiðu á framtíðini hjá Nýskipanarnevndini og teimum møguligu milliónasparingunum í almennu umsitingini.
Edmund Jacobsen
58 minuttir síðan

Eftir góðar 14 mánaðir hevur Nýskipanarnevndin lagt tvey tilmæli fram. Sambært Ruth Vang, løgtingskvinnu, er annað tilmælið tikið aftur, meðan samgongan eftir øllum at døma longu hevur sett ein stoppara fyri høvuðsevninum í hinum.

Í einum skrivligum § 52a-fyrispurningi, dagfestum 26. november, biður hon Beinir Johannesen, løgmann, greiða frá, hvussu landsstýrið ætlar at halda fram við nýskipanararbeiðinum.

Møgulig sparing á 190 milliónir

Ruth Vang spyr, um løgmaður ætlar at arbeiða víðari við tilmælinum um at avtaka 10. flokk, og um hann framvegis ætlar at lata eina nýskipanarnevnd gera tilmæli.

Sambært løgtingskvinnuni frættist úr samgonguni, at til ber at spara upp í 190 milliónir krónur um árið í umsitingini, uttan at nakar stórvegis varnast tað.

Hon vil tí hava at vita, um samgongan arbeiðir við hesum sparingum.

Nýskipanir skulu tryggja vælferðina

Ruth Vang vísir á, at breið politisk semja var í valstríðnum um, at neyðugt var at fremja nýskipanir sum skjótast fyri at tryggja framtíðar vælferðartænastur.

– Bíðað hevur verið eftir tilmælum frá Nýskipanarnevndini í hesum høpi, og sum andstøðuflokkur hava vit verið spent uppá at fara undir tað nýskipanararbeiði, sum stig var tikið til í undanfarnu samgongu, skrivar Ruth Vang í fyrispurninginum.

Hon vil eisini hava at vita, um landsstýrið arbeiðir við øðrum nýskipanum uttan um Nýskipanarnevndina og politiska fylgibólkin.

Mest lisið hesa vikuna

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

27. november kl. 13:17

Hetta fari eg aldrin at góðtaka: Alt skal, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági

Í gjár kl. 17:06

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

26. november kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna verður á Tvøroyri - har verða eisini allir kommunulæknarnir

27. november kl. 09:08