Argja Bóltfelag skrivar soleiðis í dag:
Í dag ynskja vit einum nýggjum manni vælkomnum til AB. Fríði í Túni Petersen og AB hava nevniliga skrivað undir tvey ára sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárini 2027 og 2028.
Fríði í Túni Petersen hevur higartil einans umboðað barnsdómsfelag sítt, B68. Hann er í dag 23 ára gamal, men hóast unga aldurin hevur hann vunnið sær nógvar royndir í vaksnamannafótbólti. Bakkurin spældi sín fyrsta dyst fyri B68 sum 16 ára gamal í 2019, og seinastu seks kappingarárini hevur hann spælt fast í bestu deildini. Tilsamans hevur Fríði spælt 134 dystir í fremstu røð
Fríði kann brúkast á ymsum plássum, men síðstu árini hevur hann spælt mest á høgra bakki. Talan er um ein stríðshugaðan, orkuríkan og ágangandi spælara, ið altíð gevur alt á vøllinum. Vit meta hann vera ein góðan styrk, sum fer at økja um kappingina um plássini enn meira.
Ein mann í AB kennir Fríði í øllum førum væl, og tað er bygdarmaður hansara, Øssur Hansen, sum er okkara høvuðsvenjari. Flestum kunnugt hevur Øssur eisini verið venjari hjá B68 í eitt áramál, og tað var hann, ið gav Fríða sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá toftamonnum afturi í 2019. Nú verða teir báðir sameindir aftur á Argjum.