Um hálvtannað ár skal Smyril hava nýggjar motorar. Tað er tað full semja í løgtinginum um.
Smyril hevur fýra motorar, men teir eru uppslitnir og tí er bráðneyðugt at teir verða skiftir.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa 74,4 milliónir til at skifta motorarnar.
Ætlanin er at skifta teir tá ið Smyril fer í dokk í2028 til tað vanliga eftirlitið, sum Skipasýnið krevur. Men leveringstíðin er so long, at skal tað eydnast, verður neyðugt at bíleggja teir longu nú.
Og nú uppskotið hevur verið til viðgerar í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum er greitt, at tað er full semja um at taka undir við málinum. Strandferðslan metir, at verða motorarnir skiftir, heldur Smyril í 10 - 15 ár afturat.
Annars vísir ein nýggj støðulýsing, sum uttanhýsis serfrøðingar hava gjørt, at skrokkurin á Smyrli er í góðum standi, men at motorarnir eru so illa slitnir, at tað er bráðneyðugt at skifta teir.
Samstundis fara teir nýggju motorarnir eisini at minka um oljunýtslu og viðlíkahaldskostnað.
Tað er ein stórur váði í bara at hava eitt skip á suðuroyarleiðini, og tí er tað sera avgerandi at tað er í góðum standi, sigur ein samd Fíggjarnevnd
Strandferðslan sigur eisini, at tað er torført at finna eitt nøktandi avloysaraskip fyri Smyril ímeðan hann er í dokk og tí verður longu nú arbeitt við at finna eitt avloysaraskip.
LES EISINI: Smyril skal hava nýggjar motorar fyri 74,4 milliónir