Ongi úrslit

Smyril skal hava nýggjar motorar fyri 74,4 milliónir

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Smyril er nú so illa slitin, at hann má fáa nýggjar motorar. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum

– Smyril er álitið fyri flutning av ferðafólki og farmi - fyri borgarar, vinnulív og trivnaðin sum heild í Suðuroy, sigur hann.

Hann sigur, at skipið skal altíð vera í góðum standi og lúka øll krøv frá myndugleikum til fólkaflutning og farmaflutning.

Smyril hevur umleið 1.850 fráferðir um árið av Krambatanga og úr Tórshavn, og sostatt leggur hann at, og fer frá bryggju, 3.700 ferðir um árið. Í miðal er Smyril í sigling 11,5 tímar hvønn einasta dag, alt árið, og tí slítist hann illa.

Smyril er í dokk triðja hvørt ár, og hann skal aftur í dokk í 2028 og í hesum sambandi er neyðugt at skifta teir fýra høvuðsmotorarnar, sigur landsstýrismaðurin.

Tað er neyðugt fyri at tryggja, at hann fær røkt rutusambandið, og tað er eisini neyðugt fyri at fáa han at halda longri. Harumframt økir tað um virðið á skipinum.

Landsstýrismaðurin sigur, at aldur og slit á verandi høvuðsmotorar ger, at vandin fyri størri tekniskum brekum økjast munandi hesi næstu árini.

Motorarnir mugu bíleggjast nú, tí teir skulu framleiðast til Smyril. Fleiri lutir eru ikki á goymslu og skulu gerast av nýggjum, og tí er útveganartíðin so long.

Tá ið Smyril var í dokk í fjør, vórðu umfatandi umvælingar og ábøtur gjørdar. Tvær síðuskrúvur vórðu settar í aftan, tríggir hjálparmotorar vórðu skiftir og dekkið, og maskinrúmið, vórðu umvæld.

Tað, at skifta høvuðsmotorarnar í 2028, er eitt framhald av umvælingunum og strandferðslan metir, at úrslitið av umvælingunum er, at Smyril heldur 10 -15 ár longri enn annars.

Nýggju høvuðsmotorarnir fara at minka um oljunýtslu, viðlíkahald og rakstrarútreiðslurnar.

Tað kostar umleið 37 milliónir at keypa høvuðsmotorarnar og aðrar 37 milliónir at seta teir í, ella tilsamans 74,4 milliónir. Peningurin verður rindaður í smáum hesi næstu árini. Sostatt skulu 3,7 milliónir rindast í ár, næsta ár skulu 18,6 milliónir rindast og restin í 2028.

Men eydnast tað at fáa Smyril í dokk í nýggju dokkini á Skála, fer tað at skapa nakað av arbeiði, sigur Jacob Vestergaard.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31