Í gjár var løgreglan runt umkring og kannaði ferðslukanning og úrslitið av tí var, at fýra bilførarar fingu bót og klipp í koyrikortið.
Á Fuglafjarðarvegnum fingu tveir bilførarar bót og klipp fyri at koyra ávikavist 105 og 110 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80. Koyrdi hann 111, ella ein kilomtur meiri, hevði hann mist koyrikortið.
Í Kollafjørði fekk ein bilførari eisini bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra 107 har tað annars er loyvt at koyra 80.
Men so fekk ein annar bilførari eisini bót og klipp í koyrkortið í Kollafjørði fyri at yvirhála á tí strekkinum niðan ímóti tunlinum, har hindrunnarstrika er á vegnum, sum tað ikki er lógligt at fara yvir um - men tað slepst ikki undan undir eini yvirháling. Men tað sá løgreglan og so varð hann tikin.