Beinir Troest gleðir seg til eitt spennandi vikuskifti í Reinsarínum, har hann fer at framføra bæði gomul og nýggj løg fyri fullsettum sali.
– Eg elski at spæla tónleik, og tað er júst orsøkin til, at eg geri hesar konsertirnar, sigur Beinir Troest.
Á skránni verður ein blanding av kendum løgum og nýggjari tónleiki. Men hesaferð hevur Beinir eisini nakrar serligar gestir við sær á pallin.
Talan er um dreingirnar úr bólkinum Tøgn, sum áður hava framført saman við Beini í sambandi við innsavningina hjá Barnabata. Hetta verður tó fyrstu ferð, at teir spæla eina heila konsert saman.
– Hetta eru nakrir fantastiskir dreingir at spæla saman við, sigur Beinir, sum gleðir seg nógv til samstarvið.
Kanska nýggj løg frá Tøgn
Spurdur, um áhoyrararnir kunnu vænta at hoyra nýggj løg frá Tøgn, vil Beinir ikki avdúka ov nógv.
– Kanska, svarar hann við einum smíli.
Eitt er tó vist: Beinir hevur stórar væntanir til konsertirnar og lovar áhoyrarunum eina góða tónleikauppliving.
– Hetta verður gott, sigur Beinir Troest, sum gleðir seg til at trína á pallin framman fyri fullsettum sali í Reinsarínum.