Ongi úrslit

Fyribils-forsetin í París

Hann lovaði trúfesti móti al-Qaeda, ikki ISIS.

Jóhanna Højgaard
9. mai 2025 kl. 15:50

Í novembur í ár eru 10 ár liðin, síðani islamistiski bólkurin “ISIS” stóð aftanfyri fleiri sjálvmorðsatsøknir í París. Har fóru fleiri skottilburðir fram á ymsum støðum, og fleiri hundrað fólk vóru hildin gíðslar,harav 89 dripin, í einum sjónleikarahúsið. Tey vóru har fyri at hoyra eina konsert. Orkestrið sum spældi bar navnið “Eagles of Death Metal”

7. til 9. januar sama ár, vóru eisini islamistisk álop í París, tá var tað satiriska blaðið “Charlie Hebdo” og ein jødiskur handil sum blivu álopin. Teir sum stóðu aftanfyri álopini, lýstu seg sjálvar sum stuðlar hjá al-Qaeda.

Franski forsetin Emmanuel Macron hátíðarhelt í januar í ár, saman við restina av Fraklandi, 10. árið eftir hesi álop.

Í gjár 8. mai, tók Macron so ímótir sýriska fyribils-forsetanum, Ahmed al-Sharaa, betri kendur undir stríðsnavninum, Abu Mohammad al-Jolani, í Élysée-palassinum í París.

Hettar er hansara fyrsta vitjan í Evropa, og í nakrari vesturlendskari natión, síðani Sýria fekk nýggja stjørn í Desembur 2024. Einaferð var hann, umframt ein leiðandi persónur í jihadistiska uppreistrinum, eisino limur í Islamiska Statinum Irak (ISI), sum seinni bleiv til ISIS (Islamistiskur Statur Irak og Sýria). 

Hann stovnaði seinni Jabhat al-Nusra í Sýria undir al-Qaeda flaggi. Í 2013 tá ISIS bleiv stovnað og royndu at fáa al-Nusra uppí, noktaði al-Jolani, hann lovaði trúfesti móti al-Qaeda, ikki ISIS.

Tað var byrjanin uppá eitt ógvusligt stríð innan hesar báðu islamistisku flokkarnir.

Ein upphædd sum ljóðaði uppá 10 milliónir $, var lovað til tann sum kundi fáa al-Jolani fangaðan. Men í desembur í fjør, strikaði amerikanska stjørnin dusørin. Orsøkin var, at al-Sharaa (Jolani) millum annað lovaði USA, at ISIS ikki slapp uppí part, tá hann bleiv forseti í Sýria.

Macron sigur at han hevur biðið al-Sharaa gera alt, fyri at tryggja verjuna hjá øllum sýrum uttan undantak.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

Í gjár kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13