Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse, FMI, hevur gjørt avtalu við fronsku fyritøkuna Thales um skjóta levering og uppseting av einum fyribils radara í Føroyum.
Radarin skal tryggja, at eftirlitið við føroyska loftrúminum heldur fram, meðan verandi sivili radarin verður tikin niður. Hetta er liður í fyrireikingunum til ein nýggjan luftvarslingsradara á sama staði, skrivar FMI.
Strategiska støðan ger radaran týdningarmiklan
Fyribils radarin verður partur av samlaðu loftferðslutænastuni fyri alla flogferðslu yvir Føroyum. Naviair og AVIANS samstarva um samskipan og rakstur.
Thomas Pedersen, oberstur og leiðari fyri luft- og rúmdeildina hjá FMI, vísir á strategiska týdningin hjá Føroyum.
– Strategiska staðsetingin hjá Føroyum í Norðuratlantshavi ger tað týdningarmikið at varðveita eitt støðugt og trygt yvirlit yvir loftrúmið undir allari dagføringini, sigur hann.
Landsverk hevur gjørt Sornfelli klárt
Landsverk hevur havt verkætlanarleiðsluna, útvegað ein nýggjan radarkúpul og dagført týðandi partar av undirstøðukervinum á Sornfelli.
Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari á Landsverki, sigur, at gott radaraeftirlit í Norðuratlantshavi er týdningarmiklari enn leingi í verandi trygdarpolitisku støðu.
– Vit hava havt eitt tætt og gott samstarv við FMI og hinar myndugleikarnar um at gera Sornfelli klárt til nýggja fyribils radaran. Nú heldur samstarvið fram um uppseting og rakstur, til nýggi varandi radarin hjá verjuni er klárur at taka í nýtslu, sigur hann.
Fyribils radarin verður væntandi tikin í nýtslu áðrenn nýggjár og skal vera í rakstri, til ein nýggjur varandi sivilur radari er settur upp.