Ongi úrslit

Gera ongan ringveg uttan um Klaksvík enn á sinni

Endamálið við einum ringvegi oman fyri Klaksvík, undir Kjølinum, er av minka um ferðsluna inannbíggja - men har er bratt
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Hóast tosað hevur verið um tað í næsta 20 ár, verður tað ikki enn á sinni, at ein nýggjur ringvegur verður lagdur oman fyri Klaksvík.

Í fleiri ár, síðani Norðoyatunnilin varð tikin í brúk, hevur tosað verið um at gera ein ringveg oman fyri Klaksvík, undir Kjølinum.

Men har er einki hent og tí hevur Hermann Samuelsen, løgtingmaður fyri Sambandsflokkin, spurt landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jacob Vestergaard, hvat hendur í málinum.

Løgtingsmaðurin sigur, at endamálið við einum nýggjum ringvegi er at minka um ferðsluna innanbíggja í Klaksvík, tí tað hevði bøtt munandi um ferðslutrygdina. Her var mest hugsað um stórar bilar, lastbilar, treylarar og bussar.

Hann sigur at einir 2.500 bilar koyra á landsvegnum við Gerðabø um dagin, og yvir 3.000 bilar koyra eftir landsvegin við Ánirnar um dagin. Umleið fimm prosent av teimum eru lastbilar.

Jacob Vestergaard sigur, at Landsverk hevur hugt at viðurskiftunum og talan verður um ein veg, sum er 2,8 kilometrar langur.

Í sunnara enda verður hann bundin í landsvegin við rundkoyring við Mækjuvegin, ið er vegurin til Norðoyatunnilin, og í norðara enda er vegurin bundin við rundkoyring í vegin til Ánirnar.

Við Helnabrekku er eisini ætlanin at gera eina rundkoyring, so ovasti partur av Klaksvíkini verður bundin í vegin.

Landsstýrismaðurin sigur, at vegurin verður projekteraður tá ið Løgtingið játtar pening til endamálið - men enn eru at kalla ongar fyrireikingar gjørdar.

Hinvegin er hetta ikki ein útbygging, sum liggur í kortunum hjá samgonguni og á fíggjarlógini fyri næsta ár eru heldur ongir pengar settir av til endamálið.

– Tað ber ikki til at siga, nær vegurin verður gjørdur, men ætlanin er at taka málið upp í sambandi við arbeiði at leggja eina íløguætlan fyri tey næstu árini, sigur Jacob Vestergaard.

Landsverk metir, at arbeiðið fer at kostar 105 milliónir, men tað er við einum váðaískoyti upp á 30 prosent.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at tað er nokk so bratt har vegurin verður og har hava fleiri lop verið. Tí kann verða neyðugt at tryggja ein part av strekkinum serliga væl, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37