Gestalonin á Eirargarði er í so ringum standi, at tað ikki loysir seg at umvæla bygningin. Kortini skulu barnakonur úr Suðuroynni framvegis búgva har undan føðing.
Hetta hevur fingið Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, at seta Eyðdis Hartmann Niclassen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, skrivligan fyrispurning.
Sambært fyrispurninginum segði forstjórin í Sjúkrahúsverkinum við útvarpið 5. november, at bygningurin er so illa farin, at tað ikki loysir seg at umvæla hann.
Hann metir, at bygningurin væntandi bert kann brúkast í nøkur fá ár afturat.
Barnakonur úr Suðuroynni búgva vanliga í gestalonini eina til tvær vikur undan føðing, viðhvørt longur, um tær ganga yvir tíð.
Hervør Pálsdóttir vísir á frásagnir um ónøktandi og óvirðiligar umstøður.
Hon spyr nú landsstýriskvinnuna, um umstøðurnar eru nøktandi, og um arbeitt verður við at finna onnur høli ella aðrar loysnir.