Fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna av einum skeinkistaði í Havn at melda herver. Tað var ein maður sum hevði verið inni mánakvøldið og har hevði hann oyðilagt tríggjar ølkranar. Mett verður at tilsamans er talan um skaða fyri 6.000 krónur.
Løgreglan sigur at vakmyndatólk avdúkaði, at talan var um ein av manningini á einum útlendskum skipi, sum lá við bryggju.
Løgreglan fór umborð eftir manninum og tók hann við á støðina. Har fekk hann 3.000 krónur í bót og tað rindaði hann á staðnum.
Talan verður kanska eisini um eitt endurgjaldskrav, men óvist er, hvussu tað verður avgreitt. Men løgreglan veit hvør hann er og hvar hann býr.