Ongi úrslit

Gøtugjógv: Nýggj gongubrúgv skal standa liðug í apríl

Landsverk hevur boðið arbeiðið at gera nýggja gongubrúgv í Gøtugjógv út. Brúgvin skal vera tveir metrar breið og standa liðug næsta vár.

© Landsverk.
Her í Gøtugjógv skal ein nýggj gongubrúgv geva fólki eina serstaka leið fram við verandi vegbrúgv. Arbeiðið er nú boðið út, og brúgvin skal standa liðug í apríl næsta ár.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Ein nýggj gongubrúgv skal standa liðug í Gøtugjógv í seinasta lagi 30. apríl 2027. Landsverk hevur nú boðið arbeiðið út, og fyritøkur hava freist til 26. oktober at lata tilboð inn.

Nýggja gongubrúgvin skal liggja fram við verandi vegbrúgv og hava eina fría breidd á tveir metrar.

Útboðið fevnir um alla verkætlanina, frá projektering og framleiðslu til veiting og uppseting.

Ferðslan skal vera trygg undir arbeiðinum

Landsverk setur krøv til bæði haldføri, útsjónd og trygd.

Arbeiðið skal skipast soleiðis, at ferðslan á verandi vegbrúgv og gonguleiðin kring arbeiðsøkið eru trygg.

Samstundis skal nýggja brúgvin hóska til verandi brúgv og landslagið. Krøv verða eisini sett til brúgvadekk, rekkverk, ljós og festi.

Prísurin telur 70 prosent

Prísurin fær størsta týdningin, tá Landsverk skal gera av, hvør fær arbeiðið.

Hann telur 70 prosent av samlaðu metingini, meðan góðskan telur 30 prosent.

Av góðskumetingini telja haldføri og viðlíkahald 15 prosent, útsjóndin 10 prosent og uppsetingin fimm prosent.

Landsverk leggur serligan dent á, at brúgvin skal vera haldgóð, krevja lítið viðlíkahald og vera løtt at halda við líka.

Eisini skal uppsetingin hava so lítla ávirkan á verandi brúgv sum gjørligt.

Fyritøkur, sum hava áhuga í arbeiðinum, kunnu síggja arbeiðsøkið mikudagin 14. oktober klokkan 13.

Freistin at lata tilboð inn er mánadagin 26. oktober klokkan 14.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

Í gjár kl. 15:20

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

Í gjár kl. 10:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44