Føroyar brúka framvegis munandi minni av sínum búskapi til gransking og menning enn hini Norðurlondini. Tað vísa nýggj tøl, sum Hagstova Føroya hevur kunngjørt í dag.
Samlaðu útreiðslurnar vóru 388 milliónir krónur í 2025. Tað eru 53 milliónir krónur fleiri enn árið fyri og svarar til ein vøkstur upp á 15,7 prosent.
Kortini svarar upphæddin bert til 1,3 prosent av bruttutjóðarúrtøkuni (BTÚ). Tað er 0,1 prosentstig meira enn í 2024.
Nærum hálv milliard vantar upp á evropeiska málið
ES hevur sett sær sum mál, at útreiðslurnar til gransking og menning skulu svara til trý prosent av BTÚ í 2030.
Skuldu Føroyar rokkið hesum støði í 2025, máttu útreiðslurnar verið 885 milliónir krónur. Tað eru nærum 500 milliónir krónur meira enn tær veruligu útreiðslurnar.
Í árunum 2022–2024 brúktu Føroyar minni av BTÚ til gransking og menning enn øll hini Norðurlondini.
Til samanberingar brúkti Svøríki 3,5 prosent av BTÚ í 2025, sambært fyribils hagtølum.
Privata vinnan stendur fyri størsta vøkstrinum
Størsta framgongdin var í tilfeingisvinnuni, har útreiðslurnar hækkaðu 78 prosent til 210 milliónir krónur.
Privatu vinnufeløgini brúktu tilsamans 263 milliónir krónur til gransking og menning. Tað er 28 prosent meira enn árið fyri.
Samstundis minkaðu útreiðslurnar í almenna geiranum við 9,3 prosentum.
Hóast útreiðslurnar hækkaðu, fækkaði ársverkunum innan gransking og menning. Tey vóru 242 í 2025, sum er 19 færri enn árið fyri.
Heili 81 prosent av granskingarútreiðslunum fóru til náttúruvísind og gransking innan aling, fiskiveiðu, búnaðar- og djóralæknavísind.