Ongi úrslit

Greenpeace søkti stórar steinar niður á havbotnin fyri at forða troling

Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace hevur uttan loyvi søkt níggju stórar steinar niður á havbotnin í Norðsjónum. Endamálið er at forða fiskiskipum í at trola í einum vardum havøki.

© Andrew McConnell / Greenpeace.
Grót og stórir steinar móti botntroling: Greenpeace søkti níggju stórar steinar niður á havbotnin í Norðsjónum fyri at forða fiskiskipum í at trola.
Edmund Jacobsen
49 minuttir síðan

Steinarnir, sum hvør vigar umleið tvey tons, vórðu sleptir úr Greenpeace-skipinum Arctic Sunrise umleið 50 kilometrar eystan fyri Great Yarmouth í Onglandi um vikuskiftið.

Sambært BBC hevði Greenpeace ikki fingið loyvi til átakið.

Greenpeace sigur, at átakið í roynd og veru hevur steðgað troling á einum 116 ferkilometrar stórum øki í verndarøkinum Southern North Sea.

Felagsskapurin heldur, at botntroling skaðar havumhvørvið og kann minka um føðina hjá nísum. Eisini kann óljóð frá troling órógva nísurnar, tá tær leita eftir føði.

Sambært Greenpeace var átakið seinasti útvegur, tí myndugleikarnir hava verið alt ov seinir at verja havøkini.

Bretskir myndugleikar ávara

Bretska umhvørvismálaráðið, Defra, undirstrikar, at alt virksemi á sjónum skal vera í samsvari við lógina og taka atlit at trygdini hjá øðrum sjófarandi.

Greenpeace sigur seg hava boðað myndugleikunum frá, hvar steinarnir liggja á havbotninum. Bretski havmyndugleikin Marine Management Organisation (MMO) hevur síðani almannakunngjørt neyvu staðsetingarnar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Greenpeace fremur eitt slíkt átak. Í 2022 søkti felagsskapurin 18 stórar steinar niður á havbotnin út fyri Cornwall.

Tá átalaði MMO framferðina og metti hvørki, at átakið var rættvísgerligt, ella at tað fór at bøta um havumhvørvið.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17