Ongi úrslit

Grinsj á føroyskum: Edvin H. Niclasen hevur týtt heimskendan jólaklassikara

Eftir fleiri ára stríð við rím og rútmur er heimskenda jólasøgan hjá Dr. Seuss umsíðir komin út á føroyskum.

Grinsj hevur lært føroyskt! Eftir fleiri ára stríð við rím og rútmur hevur Edvin H. Niclasen týtt heimskenda jólaklassikaran hjá Dr. Seuss til føroyskt.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Jólaklassikarin Tá Grinsj stjól jólini! er nú komin út á føroyskum fyri fyrstu ferð. Edvin H. Niclasen hevur týtt kendu barnabókina, sum Dr. Seuss skrivaði í 1957.

Á Facebook greiðir Edvin H. Niclasen frá, at týðingararbeiðið hevur verið bæði drúgt og trupult.

– Mann vil jú halda seg til rímini og rútmuna hjá honum, samstundis sum at tað skal vera gott føroyskt mál OG relativt lætt hjá børnum at skilja, skrivar hann.

Viðhvørt ivaðist hann í, um tað yvirhøvur bar til.

– So var tað tíðum, at eg hugsaði, at hetta er ógjørligt? Tað kanst tú ætla!

Við hjálp frá Bókadeild Føroya Lærarafelags og vinfólki er týðingin loksins komin á mál.

Bókin er innbundin, myndprýdd og ætlað børnum í aldrinum trý til níggju ár.

Søgan um Grinsj, sum stjól jólini, hevur verið ein væl dámdur jólaklassikari síðan 1957.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

Í gjár kl. 17:59