Hóast Grønland, Danmark og USA hava gjørt eina nýggja verjuavtalu, er álitið millum Grønland og USA framvegis ikki komið í rættlag.
Tað gjørdi grønlendski uttanríkisráðharrin, Múte B. Egede, greitt á altjóða ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík sambært miðlinum Arctic Today.
– Nú hava vit staðfest samstarvið við einari avtalu. Nú kunnu vit fáa viðurskiftini aftur í rættlag og endurreisa álitið millum londini, segði hann sambært Arctic Today.
Átta mánaðir við trýsti og óvissu
Avtalan varð undirskrivað í New York 22. september eftir meira enn átta mánaða samráðingar. Tær byrjaðu, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði sett fram krav um at yvirtaka Grønland.
Avtalan er eitt ískoyti til verjuavtaluna frá 1951. Hon gevur USA møguleika at stovna nýggj hernaðarøki í Narsarsuaq og Mestersvig og víðka virksemið á Pituffik-herstøðini.
Bæði grønlendska Inatsisartut og danska Fólkatingið skulu tó góðkenna avtaluna.
Egede viðurkendi, at stríðið hevði sett síni spor.
– Trýst hevur verið, óvissa hevur valdað, og nógvir grønlendingar hava stúrt fyri framtíðini, segði hann.
Hann legði dent á, at avtalan virðir Grønland og styrkir felags trygdina.
Grønland krevur virðing
Tá Egede varð spurdur, um grønlendingar vóru nøgdir við avtaluna, svaraði hann, at fólk nú kundu kenna seg tryggari.
Men hann undirstrikaði, at álitið má byggjast uppaftur.
– Ov leingi vórðu avgerðir tiknar um Grønland. Í dag verða tær tiknar saman við Grønlandi, segði hann.
Egede gjørdi greitt, at onnur lond ikki kunnu avgera framtíð Grønlands uttan at taka grønlendingar við.
– Tit kunnu ikki fara uttan um okkum. Tit mugu samstarva við okkum.
Hann vísti eisini á, at bert 56.000 fólk búgva í Grønlandi, og at onnur lond mugu virða grønlendska lívsháttin.