Leingi, ja í áratíggju, havi eg verið sannførdur um, at samkomur eiga ella í minsta lagi hava fostrað teir tónleikarar og sangarar, eg seti rættuliga frammarlaga í einum landslagi av ljóði, ið norski Alf Emil Eik fyrst í fýrsunum navngav og pakkaði inn í ein jólapakka og kallaði lydarkitektur og seg sjálvan ljóðarkitekt, sum málaði hann eitt rúm og landslag úr ljóði.
At ljóðið verður fjórði veggurin, vendur móti okkum av siðbundna sjónleikarapallinum.
Sjálvandi veldst alt um resonansin eftir upplivingarparametrunum hjá Hartmut Rosa, sum eg havi nevnt áður, og hvussu tú tekur hansara sosiologisku krosskipan til tín í eini roynd at skapa meining, ið gevur resonans júst í tíni tilveru.
Í tekstinum á nýggju LP plátuni Onkustaðni er ein viðarlund (Tutl 2026) ger Benjamin Rajani greitt, at hann er kristin.
Tað er annan vegin eitt bæði klárt og sterkt sólartekin at parafrasera fremsta sangskaldið í fríkirkjum á okkara leiðum, Linu Sandell, við orðunum Bert ein dag, og eitt bil, í senn, Harri mín í "Eitt tekin um lív", og hinvegin er tað ein avmarking, sum at prædika til kórið, tá sagt verður Eg elski mín Gud í "Eg vil nógv meir".
Tað at draga á bæði og vera leitandi sum ungur tónleikari í hesi hevd førir meg sjálvan suður gjøgnum Sundalagið. Brøðrasamkoman, eg vaks upp í uttan nakra avmarking, hvørki í tónleiki ella filmi, var eisini ein bilmentan og er tað ivaleyst enn. Og tá Benjamin, uttan at tengja hann at nevndu meinigheit, fer heilt upp í falsett í organisku koyringini í lendinum, eri eg fangaður longu í fyrstu skering.
Frálíkt, persónligt og hugtakandi eins og bilsangurin á fyrru plátuni.
"Upp úr nalvanum" er ein bergtakandi rokkari í einum innbjóðandi landslagi, sum heldur fram, men nú við vilt livandi trummum í fevnandi botninum og klokkuklingandi ljómborði til báðar síður, sum tryggjar útsýnið í breiða landslagnum. True widescreen.
"Avmarkingar" byrjar við disharmonium á elgittar sum á fyrstu plátunum hjá U2. Tunga svingandi trumman er stevføst í botninum. Og so er tað bassurin og klingandi gittarin. Jú, hetta er sum rewind til bestu dagarnar við U2. Ótrúligt, sum ljóðmyndir kunnu flyta okkum til nýggj støð og nýggj minni, vit langt síðan høvdu gloymt at vit mintust. Stuttligt og spælandi við orðum, sum rútmiskt verða hildin upp móti insiterandi rútmum í rokkhevdini, tá hon er best og mest innbjóðandi, á markinum móti lovsangi, men við innbygdum mótráki av klagu.
"Í 20'unum" verður sorgblítt sungið um at fáa húgvuna og tey gomlu vórðu glað. Ein puslibrikkur á leiðini at blíva vaksin, I guess, verður ivandi ella kanska sjálvspeiandi lagt afturat, sum ein ytri kommentarur til egið lív. Hetta sjónarhorn klæðir sanginum.
"Í ørviti" er aftur ein sangur um at renna og bera slips, tí siktað verður høgt. Mítt mál er høgt, men mangli botn. Skiftið í røddini er hugtakandi millum sang, klang og mjørka. Spælandi.
Fyrsti sangur á hinari plátusíðuni, "Glopraregn", byrjar við obetaliliga góðu inngangsstrofuni Eg passi enn í búrið, ið eg fekk sum barn. Hetta er tað mest tekkiliga við allari vinyl plátuni, sum er reyð og í tjúkkari pressing og tekur heitið úr hesum sangi. At verða í dialog við seg sjálvan, skuggan, breyðið og fáa tað at ríma uppá Jákup Veyhe. Spælandi við rútmiskari samspælsfynd, sum í orðum ikki bara er harmonisk, men eisini stendur ímóti.
"Gott og ónt" byrjar aftur við opna klingandi elgittaranum, sum syngur út í heimin. Vit eru á Vaglinum í Havn millum stjórar og heimleys, børnini í Sýria, standa undir stjørnunum og leingjast eftir ríkinum. Rúmdarstørt.
"Mín síðsti sangur" er, sum sagt verður, hin síðsti av tíggju á hesi LP plátuni. Men í eini elektroniskari keyboard kakofoni rakar, kyssur og knúsar hann ljóðmúrin og byrjar av nýggjum, so hetta verður mín fyrsti sangur. Gloymdi, lívið er eitt undur, sum seinasta ørindið sigur.
Hugtakandi.
Tað gongur í ring, at leitanin frá tí trygga og at liva upp til tað, sum tey gomlu vænta í sanginum "Í 20'unum", er tilvitaða spennið undir tekstinum og ljóðmyndini gjøgnum alla plátuna.
Orðini, løgini og framleiðslan glíða inn í hvørt annað við einum natúrligum smidleika, elastisiteti, kring ein gjøgnumskygdan elektroniskan ljóðbotn, sum ongastaðni verður eitt massivt apparat av ljóði, har orðini ikki fáa rúm. Tað er framúr. At allir partar fáa pláss. Og tú lættliga fert at murra afturvið skiftandi sangunum, í løtuni er tað "Upp úr nalvanum".
Takk fyri ljóð, lurt og orð.