Hallur kom frá K.Reykjavík fyri fýra árum síðan og er síðan skrástettur at hava spælt 80 dystir við KÍ hesi árini. Yrkisleiðin byrjaði sum unglingi saman við Gilla í Aberdeen, hereftir hevur hann spælt við HB, Víkingi og feløgum í bestu donsku deildini. Á landsliðnum hevur Hallur spælt 76 dystir og hevur verið liðformaður í drúgva tíð.
Um sína avgerð sigur Hallur, alt hevur ein enda og mín fótbóltsleið hevur nátt sín, eftir kappingarlok. Eg eri ótrúliga takksamur og eyðmjúkur fyri mína vælsignaðu fótbóltsyrkisleið. Ein rúgva av upp og niðurtúrum, sum eg nú næstu tíðina fari at reflektera um og hugsa aftur á. Hetta hevur ikki verið ein avgerð eg vildi taka, men ein, sum eg havi verið noyddur at tikið. Eftir stóra skaðan í 2022, havi eg verið merktur av afturvendandi avbjóðingum við knænum og eftir skurðviðgerðir, sproytir og pínustillandi, so er gerandisdagurin nú merktur av konstantari pínu. Tó skal viðmerkjast, at eg iðri meg á ongan hátt. Fólkini rundan um meg eiga nógv rós uppiborðið. Ikki hevur tað altíð verið lætt. Til seinast vil eg takka KÍ, liðfeløgunum, starvsfólkunum og eldsálunum. Eitt framúr felag, sum bert hevur tað besta uppiborðið. Nú eru 4 dystir eftir í hesum kappingarárinum og teir skulu allir vinnast. Koyr á Kí! Takk fyri.
KÍ takkar Hallur fyri tíðina og allar tær fantastisku upplivingarnar í Djúpumýru, á Tórsvølli og víða hvar uttanlanda. Vit ynskja Hallur og familjuni alt tað besta í lívinum eftir fótbóltsyrkisleiðina!
Hetta skrivar KÍ á heimasíðu teirra.
https://ki.fo/tidindi/954/hallur-hansson-gevst