Tað eru helst fá í eldru ættarliðunum, sum ikki kenna navnið Heegaard Haraldsen. Hansara navn verður ofta nevnt av fólki, sum hava ferðast við Smyrli ella hava verið a matstovum í Føroyum seinastu mongu árini.
Við sínum egna stíli, blíðu medferð og so sjálvandi eisini fyri ta tænastu hann og hansara fólk hava veitt, er hann ein persón-lig-heit, sum tey flestu hava lagt tilmerkis.
Í dag er Heegaard Haraldsen eitt av búfólkunum á Tjarnardeild í Havn. Hann er 09 ár gamal, men hevur tað framvegis gott.
– Ja, eg havi tað gott, sjálvt um partar av kroppinum sjálvandi ikki eru heilt tað sama í dag, sum fyri árum síðani, sigur hann við einum smíli hendan dagin eg vitji hann á Tjarnardeild.
– Ryggurin gevur mær eitt sindur av pínu og ger, at eg ikki flyti meg so lættrunt, sum eg annars gjørdi og hoyrnini bilar eisini nakað, so eg noyðist at hava hoyritól, sigur hann við einum smíli.
At ávís kropslig brek geva eitt sindur av trupulleikum í gerandisdegnum, forðar honum tó ikki í at brúka kroppin hvønn einasta dag.
Hann svimur hvønn dag 500 metrar og heldur seg harvið í góðum formi.
–Tað er heilt týðuligt, at hetta er nakað sum gagnar mær og gevur vælveru hvønn dag, sigur gamli hovmeistarin.
Fá at tosa við
Fyri so mong onnur, sum liva leingi, er tað ein trupulleiki, sum tey dragast við:
Einsemi.
Einsemi vil ikki bert siga, at ongin vitjar tey, tí soleiðis er tað verri enn so hjá øllum.
Nei, einsemi vil hjá nógvum siga, at tá ið ein er komin so langt upp í árini, eru so fá javngomul eftir at tosa við um tíðina sum farin er og sum hesi fólkini hava áhuga fyri.
– Ja, júst á tann háttmerki eg einsemi. Eg fái vitjan og eg fari út ímillum fólk hvønn dag, men tað er torført at koma í prát við fólk, sum hava sama áhuga fyri tí, sum farið er, sum eg eisini havi, sigur Heegaard Haraldsen.
Sigldi við Strandferðsluni
Heegaard Haraldsen hevur arbeitt bæði á sjógvi og á landi gjøgnum sítt langa lív.
Hann fór til sjós sum heilt ungur eftir kríggið, fór í læru á gistingarhúsi og matstovu í Keypmannahavn, sum 21 ára gamal, og hevur síðani, í stóran mun, havt leiðandi størv á sjógvi og landi innan tænastu og matvinnu.
– Tað hevur ikki altíð verið lætt. Tey árini eg lærdi í Danmark vóru hørð. Lítil og ongin løn, nógv arbeiði hvønn einasta dag og ongin frítíð.
Tá ið eg hyggi aftur á tað tíðina, haldi eg næstan ein kann kalla tað trælahald, men eg gjøgnumførdi lærutíðina og fekk mítt prógv, sigur hann i dag.
Flestu føroyingar kenna tó hovmeistaran frá tíðini hann sigldi við Smyrli og øðrum skipum hjá Strandferðsluni.
Í 24 ár var hann í tænastu har og har møtti hann nógvum fólki – bæði starvsfeløgum, men so sanniliga eisini ferðafólki.
Hann var eisini ein teirra, sum var við, tá ið Smyril – Molsurin – varð keyptur til Føroya.
– Eitt skip, sum á mangan hátt var gott, men sum ikki var gjørt til at sigla so nógv. Tað var gjørt til styttri túrar, so tað var torført hjá okkum at finna goymslupláss til alt vit skuldu hava umborð.
Tað var ein trupulleiki, sum gjørdi arbeið í gerandisdegnum heldur tvørligt, sigur hann.
Heegaard Haraldsen var eisini við, tá ið Strandferðslan chartraði annan Molsin til Karibia, har hann var í einar seks mánaðir tilsamans.
Nógv er broytt
Gjøgnum eitt langt arbeiðslív leggur ein til merkis, at nógv broytist.
Soleiðis er eisini hjá siglandi fólkinum í Føroyum.
– Ja umstøðurnar broytast nógv, men vit sum siglandi fólk broytast eisini.
Viðurskiftini broytast nógv og hugburðurin broytist eisini nógv.
– Nú er tað ikki longur so, at tað er so forkunnugt at koma uttanlands, sum tað til dømis var beint eftir kríggið.
– Vit duga betur at føra okkum fram og skulu ikki altíð skara framúr, ella gera okkum upp, tá ið vi koma í fremmanda havn, sigur hann.
Hendan løtan hetta góða summarkvøld á Tjarnadeild er komin at enda og vit skiljast báðir.
Ein løta, sum vísir eina mynd av, hvussu Føroyar og føroyingar hava broytt seg gjøgnum skjótt 100 farin ár.
100 farin ár við menning á so at siga øllum økjum.