Ongi úrslit

Hav Fles hjá Navigare doypt í Søldafirði: Sí myndir frá hátíðardegnum

Nógv fólk vóru savnað í Søldafirði leygardagin, tá ið Navigare Shipping hátíðarhelt skipsdópin av Hav Fles, øðrum nýbygninginum hjá reiðarínum.

© Edmund Jacobsen.
Hátíðardámur var á bryggjuni í Søldafirði, tá ið nýggja farmaskipið Hav Fles varð doypt, meðan nógv fólk fylgdu við.
Edmund Jacobsen
36 minuttir síðan

Horntónleikur ljómaði á bryggjuni í Søldafirði leygardagin fyrrapart, tá ið nýggja farmaskipið Hav Fles varð doypt. Nógv fólk vóru komin saman til hátíðarløtuna, sum markaði enn eitt týðandi stig í endurnýggjanini av flotanum hjá Navigare Shipping.

Álvur Højgaard, stjóri í Navigare, beyð vælkomin og fegnaðist um stóru undirtøkuna. Hann segði, at hetta var ein stórur dagur fyri reiðaríið, manningina, leiðsluna og øll, sum hava tilknýti til felagið.

Fýra nýggj skip skulu styrkja flotan

Hav Fles er annar av fýra nýbygningum, sum Navigare hevur latið byggja. Fyrr í ár tók reiðaríið ímóti Hav Leiti, sum var fyrsti nýbygningurin í 60 ára longu søgu felagsins. Eftir ætlan verða tvey skip afturat latin reiðarínum næsta ár.

Hav Fles er 90 metrar langt og lastar 5.500 tons.

Sambært Álvi Højgaard eru nýggju skipini serliga kappingarfør, tí tey kunnu flyta størri nøgdir av farmi við minni brennievnisnýtslu.

Hann greiddi frá, at reiðaríið hevur gagnnýtt royndirnar frá undanfarnu árunum til at gera nýggju skipini so góð og nútímans sum gjørligt.

Sjampanjufløska markaði skipsdópin

Á hátíðarløtuni hildu eisini Sigrun Jónsveinsdóttir, Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, og Thecla Bodewes, eigari og stjóri í Royal T. Shipyards, røðu.

Síðani fekk Óluva Højgaard heiðurin at vera gumma hjá Hav Fles.

Hon klipti tráðin, sum helt sjampanjufløskuni. Fløskan brotnaði móti skipssíðuni og markaði harvið sjálvan skipsdópin.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00