Ongi úrslit

Hava bjargað einum manni úr fjøllunum í kvøld

Tyrla, politi, fjallaklintrar og staðkendir menn vórðu boðsend at bjarga honum oman aftur

Áki Bertholdsen
11. august 2023 kl. 00:35

Hjá tveimum monnum, sum fóru í fjøllini oman fyri Hvannasund, gekk ikki sum ætlað.  Menninir, sum vóru føroyingar skiltust, tí annar fór oman aftur í bilin, men hin vildi síggja eitt sindur meir.

Tá ið hann so ikki kom fram, vórðu boð send eftir løgregluni. Løgreglan sigur, at bjargingartyrla, fjallaklintrarar, politistar og staðkendir menn vórðu boðsendir.

Tey fingu eyga á mannin, sum hevði gingið seg fastan í brattlendinum og slapp hvørki aftur ella fram. 

Løgreglan sigur, at nakrir staðkendir mans fóru ímóti honum og fingu leiðbeint hann um, hvussu hann skuldi ganga seg burtur úr knípuni.

Fyri eini løtu síðani vóru tey so á veg oman aftur við honum, hann var kaldur so hann fekk okkurt heitt at fara í, so hann hevur tað gott, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

Í gjár kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59