Nú í summar, tann fyrsta juli, læt nýggja hotellið upp í Klaksvík.
Og hotellið, ið hevur fingið navnið, KG, fekk ein góðan start.
– Vit hava havt fleiri gestir hesa fyrstu tíðina enn vit høvdu væntað, sigur Eirikur Jákupsson, stjóri.
Hann sigur, at onkuntíð hevur hotellið verið fullsett av gestum, ikki bara á Summarfestivalinum, men eisini aðrar tíðir.
Hann sigur, at gongdin á KG er tann sama, sum hjá øðrum hotellum, nevniliga at talið á gestum er rættiliga ymisk alt eftir árstíðini.
Men hann leggur afturat, at tað sær eisini gott út við bíleggingum hesa næstu tíðina.
Tey hava eisini veitsluhøli og tey eru longu bíløgd til jólaborðhald, umframt til aðrar veitslur eisini.
Men har onnur hotell leggja seg eftir at lokka gestir til við bíligum kømrum, ætla tey á KG at leggja á annan bógv.
Tey ætla sær heldur at selja pakkar við gisting, mati og vælverutilboðum, sigur stjórin.
Hotellið í Klaksvík er við í stóru, norsku hotellketuni, Strawberry og ígjøgnum tey hava tey eitt upplatingartilboð í vetur – men tað verður bara hesa einu ferðina, sigur stjórin.
Kann sammetast við tey bestu
Hotellið í Klaksvík kann standa seg við tey bestu í landinum annars, og umframt kømur hava tey eisini matstovu, barr, kafé, veitsluhøli, fundarhøli og vælveruøki við ymsum viðgerðum.
Fyribils er matstovan opin um kvøldarnar, uttan mánakvøld og týskvøld.
Hvussu tað verður í framtíðini, veldst um, hvussu umstøðurnar vera.
Høvuðskokkurin hevur eina fortíð á Tarv, sum er ein grill-matstova í Havn.
Og tað ber maturin á KG eisini brá av, tí tey hava rættiliga nógv av grillini, bæði kjøt og fisk.
Alt lívið
Sjálvur er Eirikur Jákupsstovu úr Hoyvík, men búsitandi á Argjum.
Hann hevur ikki nakra formliga hotellútbúgving, men hann hevur kortini drúgvar royndir í hotellvinnuni.
Og hann er ikki heilt ókendur í Klaksvík, tí hann hevur gingið á tekniska skúla, men annars hevur hann bachelorútbúgving í búskapi og virkisbúskapi, og so hevur hann eisini kandidatútbúgving í integrerede fødevarestudier.
Men hóast hann ikki hevur nakra beinleiðis hotellútbúgving, hevur hann drúgvar royndir í hotellvinnuni og matstovuvinnuni.
– Eg havi altíð arbeitt í hesi vinnuni síðani eg var blaðungur, sigur hann.
Hann sigur, at hann byrjaði sum uppvaskari hjá Leif Sørensen á Gourmet fyri yvir 20 árum síðani, tá ið hann var 13-14 ára gamal og seinni eisini á Hotell Føroyum, og aðrastaðni.
Lestrarárini hevur hann altíð arbeitt í hesi tænastuvinnuni.
Eitt skifti var hann eisini á heimskendu matstovuni, Alchemist, í Keypmannahavn.
Har vóru nógvir arbeiðstímar og skeivar arbeiðstíðir, so hann gavst har og fór í starv hjá Arp-Hansen Hotel Group, sum er ein hotellketa við fleiri hotellum í Keypmannahavn og í Århus.
Síðani tey fluttu heim til Føroyar fyri nøkrum árum síðani, hevur hann verið rakstrarstjóri hjá Vert, sum umsitur bústaðir av ymsum slagi til ferðafólk – líka til fyrr í ár tá ið hann varð stjóri á KG.
– Eg havi altíð havt annað beinið í hotell- og matstovuvinnuni, sigur Eirikur Jákupsson.
Avgjørt tørvur á tí
Hesi seinastu fáu árini hava vit fingið tvey nýggj og stór hotell í Havnini, men Eirikur Jákupsson heldur, at tað er eisini brúk fyri einum góðum hotelli í Klaksvík, sum kann metast við tey bestu í Havn.
– Tað er eingin ivi um tað, tí tað gongur sjón fyri søgn bara hesar heilt fáu vikurnar, vit hava havt opið, tí undirtøkan hevur verið stak góð, sigur hann.
Hann hevur áður sagt, at hann væntar, at KG fer at verða ein týðandi partur av Klaksvík og av føroysku ferðavinnuni, sum heild.