Ongi úrslit

Hava fjølbroytt og forkunnug tiltøk á skrá upp undir jól

Jólaklipp, jólafjós og jólaskip, eru trý tiltøk, sum verða í Gøtu og í Leirvík nú upp undir jól

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Eisini í Eysturkommunu fara tey at spíla seg út uppundir jól, har tey hava alskyns tiltøkum á skránni.

Í Eysturkommunu hava tey tvey jólatrø, annað er við Gøtugjógv og hitt er í Leirvík.

Astrid Johannesen, mentanarleiðari í Eysturkommunu, sigur, at jólatræið við Gøtugjógv verður tendrað týsdagin 1. desembur klokkan 18. Har fer kórið, Eystanljóð, at syngja og Rannvør Isholm, rithøvundur, heldur røðu.

Og træið í Leirvík verður tendrað dagin eftir, mikudagin. 2. desembur klokkan 18, og har fer Signar á Reynatrøð, lærari og tónlistamaður, at halda røðu, og Gøtu kirkju ungdómskór fer at syngja.

Í báðum førum koma jólamenninir eisini framvið við fullum posum av karamellum og har verður eisini ein heitur drekkamunnur til bæði børn og vaksin.

Hóast jólahaldið byrjar av álvara tá ið trøini verða tendrað, leggja tey fyri longu eina viku fyrr, og tað er nú mánadagin tann 23. novembur, tá ið eitt tiltak tey kallað jólaklipp, verður í bókasavninum í Leirvík.

Tey siga, at har eru øll vælkomin, bæði stór og smá, at klippa ymiskt jólapynt og annars at hava eina hugnaliga løtu.

Forkunnug tiltøk

Sunnudagin 6. desembur verður Víkingahúsið í Norðragøtu karmur um eina jólasølu har fólk kunnu koma at selja alskyns heimavirkað, bæði okkurt heimabakað, okkurt bundið og annað heimavirkað.

Sama dag, 6. desembur, verður eisini forkunnug jólakonsert í Gøtu kirkju har kórið Eystanljóð, og Elinborg Pálsdóttir, fara at syngja.

Og sunnudagin 20. desembur, verður eitt annað forkunnugt tiltak á Varmakeldugarðinum, har tey hava jólafjós.

Har ber til hjá fólki at koma og síggja dýrini, tey hava í fjósinum, og har fæst eisini mandlurís og okkurt at drekka.

Og somuleiðis fer eisini at bera til at keypa kjøt og ymiskt tey framleiða á garðinum.

Eitt tað stóra tiltakið hjá teimum upp undir jól, er tá ið jólaskipið kemur til Leirvíkar. Tað verður ein av døgunum beint upp undir jól.

Har verður bæði tónleikur og fýrverk og sjálvandi verða eisini nógvir jólamenn við skipinum og teir hava okkurt gott við í posanum til børnini.

Men mentanarleiðarin sigur, at harumframt hava bæði kirkjur og fleiri samkomur ymisk tiltøk ígjøgnum jólamánaðin.

Mest lisið hesa vikuna

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

11 tímar síðan

Hetta fari eg aldrin at góðtaka: Alt skal, við djevulsins valdi og mátti flytast úr Vági

8 tímar síðan

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20