Umhvørvisstovan hevur nú góðkent nýggja vælveruøkið, sum ætlanin er at gera við svimjihøllina í Leirvík.
Nýggja vælveruøkið fevnir um tveir hitapottar, ein kaldan pott, dampbað og sauna. Atkoman er frá svimjihøllini, og verandi skiftingar- og brúsurúm verða nýtt.
Hvør hitapottur hevur sína egnu reinsiskipan við sandfiltri, kolfiltri, sirkulatiónspumpu, sjálvvirkandi kemikaliidosering og áhaldandi máting av pH og fríum klori. Í tí kalda pottinum rennur kalt vatn ígjøgnum alla tíðina.
Góðkenningin setur millum annað krøv til vatngóðsku, rakstur og eftirlit, reinsiskipanir, goymslu og hvussu kemisk evni skulu goymast.
Tað er Eysturkommuna, sum eigur og rekur svimjihøllina, og Umhvørvisstovan hevur eftirlit við virkseminum.