Ongi úrslit

Hava tikið fýra bilførarar fyri at koyra alt ov skjótt

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Sum vit skrivaðu í áðni vórðu tveir ungir bilførarar tiknir í gjár fyri at koyra so skjótt, at teir fingu koyriforboð.

Men fýra aðrir bilførarar vórðu eisini tiknir fyri at koyra ov skjótt

Í Hvalvík varð ein tikin fyri at koyra 113, har tað er loyvt at koyra 80, so hann missur koyrikortið og ein annar koyrdi 102, so hann fær klipp í koyrikortið. Báðir fáa eisini bót.

Á tunnilsvegnum við Norðskála varð ein tikin fyri at koyra 76, men har er hámarksferðin avmarkað til at vera 60, so eisini hann fær klipp í koyrikortið, umframt at hann fær bót.

Ein bilførari varð eisini tikin fyri at koyra 108, har tað er loyvt at koyra 80, so hann fær eisini klipp í koyrikortið.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00